Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í gjár tikið avgerð um at áseta føroysku kvotuna av norðhavssild fyri 2024.
Strandarlondini Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland samdust í oktober í 2023 um mest loyvdu veiðu fyri 2024 á 390.010 tons. Hóast drúgvar samráðingar hava verið um býtið, hevur ikki eydnast strandarlondunum at semjast. Tí hava strandarlondini seinastu árini sett einsæris kvotur og talan hevur verið um stóran ovfiskiskap.
Í mun til undanfarin ár, so hava Noreg og Ísland í 2024 lækkað sínar lutir og hevur Dennis Holm, landsstýrismaður í samráð við eina samda Uttanlandsnevnd gjørt av, at føroyski luturin skal minka lutfalsliga tað sama sum tann norski og íslendski.
Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2024 verður sostatt 74.219 tons samsvarandi 19,03 prosent av mest loyvdu veiðu á 390.010 tons, sum strandarlondini samdust um á heysti í 2023.
Dennis Holm, landsstýrismaður sigur, at við hesum hava í øllum førum Føroyar, Noreg og Ísland tikið ábyrgd av støðuni og gongdini í stovninum og minkað veiðitrýstið fyri at betra um líkindini fyri, at stovnurin kemur skjótari fyri seg.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at tað er hansara vón, at tað fer at eydnast at gera semju um norðhavssildastovnin, nú samráðingar verða um norðhavssildina í næstum.
Nú verður kunngerð gjørd og send til hoyringar, og tá hon er lýst, so er kvotan endaliga ásett fyri 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald