Annað

Føroysk børn kynsliga misnýtt á netinum

Fleiri føroysk børn eru ímillum tey, sum hava verið fyri ágangi í máli, sum Føroya Politi kannar í løtuni. Føroya Politi hevur kunnað tey avvarandi.

2023-07-18 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tríggir persónar vóru herfyri handtiknir og skuldsettir fyri kynsliga misnýtslu móti børnum á netinum. Ein er leyslatin meðan tveir eru varðhaldsfongslaðir í fyribils 4 vikur hvør. Ein av teimum, sum situr varðhaldsfongsslaður, hevur eisini havt samlegu við eitt av hesum børnum, sum tá var undir 15 ár. 

Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3. Føroya Politi hevur higartil funnið fram til 14 órættaði børn í aldrinum 10 til 17 ár.

Teir handtiknu eru m.a. skuldsettir fyri brot á revsilógina, við at hava framt blúnisbrot ímóti børnunum, og at hava í varðveitslu,- og at deila pornografiskar myndir og filmsbrot av børnunum. Harumframt er ein skuldsettur fyri at hava havt samlegu við eitt barn undir 15 ár.

Grundlógaravhoyringar vóru í Føroya Rætti í juni og juli, har tveir av teimum skuldsettu vóru varðhaldsfongslaðir í 4 vikur hvør.

Kanningararbeiðið hjá politinum hevur ført fram til børnini, sum hava verið útsett fyri grooming. Groomingin hevur síðani ført til kynsliga misnýtslu á netinum og samlegu við barn undir 15 ár.

Politiið hevur illgruna um, at fleiri føroyskir groomarar eru upp á spæl á netinum, og politiið arbeiðir við at eyðmerkja teir.

Kanningararbeiðið hevur eisini ført til eyðmerking av tveimum donskum groomarum, sum hava groomað fleiri donsk og føroysk børn. Hesi mál eru send til Danmarkar til nærri kanningar.

Tað skrivar Løgreglan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder