2022-10-21 14:00
Sitandi danska stjórnin hevur noktað okkum at yvirtaka føroyska loftrúmið, sum sjálvandi er okkara.
Íleggingargrunnurin, sum er okkara, noktar reyða Danmark okkum eisini at yvirtaka.
Limaskap í WTO, heimshandilsfelagskapinum, nokta tey okkum eisini. Felagsskapurin, sum m.a. kann forða handilsstongsli móti Føroyum, sum t.d. Danmark sjálvt gjørdi í 2013 í makrelstríðnum.
Donsk Javnaðarstjórn noktaði eisini Føroyum at yvirtaka undirgrundina. Tá mátti ein blá donsk stjórn til fyri, at vit fingu yvirtikið.
Nú er tíðin aftur til litskiftið.
Tað vil Fólkaflokkurin. Vit vilja kempa fyri, at vit fáa tað, sum er okkara.
Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald