Politikkur

Føroya fólk hevur tørv á tryggum kørmum

Vinnulívið ger langtíðarætlanir, og taka vit ov nógv frá vinnulívinum, minkar íløguhugurin hjá vinnulívinum. Nakað soleiðis segði formaðurin hjá Fólkaflokkinum undir viðgerðini av løgmansrøðuni í Løgtinginum. 

2022-08-02 21:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men eg kann heilsa og siga, at Føroya fólk leggur eisini langtíðarætlanir.

Tey eru bundin at einum húsaláni í eini 20 – 30 ár. Tá er tørvur á tryggum kørmum.

Tey spara upp fyri at kunna keypa sær eini hús. Tá er tørvur á tryggum kørmum. 

Tey spara sær upp til aldurdómin. Tá er tørvur á tryggum kørmum. 

Tey spara upp til umvælingar. Tá er tørvur á tryggum kørmum.

Føroyar eiga eisini at verða fyri fólkið.

Beinta Løwe,
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder