Føroya Fiskimannafelag:
Ársfrágreiðing 2024
Góðu fundarluttakarar!
Takk fyri at tit eru komnir á Landsfund hjá Føroya Fiskimannafelag 2024.
Eins og siður er, so reisa vit okkum og minnast teir sjómenn, ið farnir eru.
Hetta árið - 2024 - fara vit at minnast mest fyri, at Kambur forlisti, og tveir mans komu ikki aftur. Hetta ávirkaði okkum øll sera nógv. Ein syndarlig vannlukka.
Tær samrøður, sum vóru við manning og avvarðandi aftaná, kundu ikki annað enn røra ein. Sorgin var stór – so stór, at tað ber ikki til lýsa i orðum. Fáur mundi hava ímyndað sær, at tveir av okkara royndastu monnum blivu tiknir frá okkum henda dagin. Menn, sum dugdu sítt yrki til lítar.
Men lagnan spurdi ikki eftir hesum. Tí sita avvarðandi í dag við stórari sorg og royna at finna svar. Royna at koma víðari, men tað tykist tungt, og sorgin vil ikki sleppa. Vit hugsa um tykkum og tað gera mong við okkum. Tað kundi eisini gingið nógv verri, tí teir av manningin, ið vóru á brúnni, vóru illa staddir, og tann eini stóð har frammi einsamallur og gøllhelt sær í tímar. Gott at vit f ingu tykkum aftur. Henda morgunin - 6. feburar - hoyrdu vit, at Kambur hevði sent út neyðarkall, og tær fyrstu útmeldingarnar frá løgreglu og Kringvarpinum vóru ringar at tulka, men seinri gjørdist greitt, at støðan var álvarsom.
Fiskimannafelagið royndi beinanvegin at fáa fatur á manningarlistanum fyri at kunna hjálpa manningini, men teir myndugleikar, sum høvdu manningarlistan, vildu ikki geva okkum hann. Tey á reiðarínum vóru illa skelkað, og ikki bar til at fáa samband við tey beinanvegin. Men tá ið samband kom seinni á degnum, var arbeiðið væl samskipað, soleiðis at vit løgdu dent á, at manningin kundi fáa sálarhjálp. So skuldu vit víðari í hesum syndarliga máli við tryggingum, sjórætti og øllum tí, sum stendst av ringum óhappum.
Eisini var skipað fyri minningarhaldum.
11. mars tók Fiskimannafelagið stig til at samla alla manningina – bæði limir og ikk limir - á Velbstað. Tað var hjartanemandi at sita saman við hesum megnarmonnum, sum knappan mánaða frammanundan høvdu sæð deyðan beinleiðis í eyguni. Menn, ið høvdu mist sínar skipsfelagar, vinir og skyldfólk í einari syndarligari vanlukku.
Vit fingu prátað saman, hugnaðu okkum og høvdu eitt gott kvøld eftir umstøðunum - tað syrgiliga høvið og tann stóra skelkin, sum hevði rakt manningina. Okkara tankar eru hjá tykkum - manningini - og øllum øðrum, sum eisini mistu hendan lagnudagin.
Formansvalið
Í vetur skuldi vera formansval. Tá ið freistin var farin, var bara eitt valevni, og tað var verandi formaður. Tað taki eg sum eina álitisváttan og fari eg at gera mítt besta fyri at liva upp til hetta álit
Vit hava tingast nógv við tryggingarfeløg, bæði føroysk og donsk. Vit hava havt fundir við politisku flokkarnar og nógv annað.
Handilsskip
Samráðingar við Felagið Handilsskip liggja fyri framman, men tað er ikki endaliga greitt, nær tær vera. Krøv verða handa fyrst í januar.
Fiskiskip
Sáttmálasamráðingar vóru fyri knøppum ári síðani, og nýggjar samráðingar verða ikki fyrrenn í 2026.
Samlagstryggingar
Upp undir seinasta landsfund varð stórur dentur lagdur á at fáa røttu tryggingarnar í sambandi við hættisliga sjúku hjá limum, makum og børnum teirra. Tryggingin fevnir um vanlukku og deyða. Í ár eru onkrar justeringar gjørdar. Lokaupphæddin á 100.000 kr. varð í fjør ásett til at vera í samsvari við almennu reglurnar, t.v.s. útgjald, tá ið limurin fyllir 67 og eitt hálvt ár – útgjaldið er óskert. Nú hevur felagið tikið avgerð um, at lokaupphæddin altíð verður útgoldin, tá ið limur fyllir 67 ár. Sum kunnugt er treytin fyri at fáa lokaupp-hæddina, at ein hevur verið limur í FF í tíggju ár út í eitt beint undan útgjaldsdegnum.
Tryggingarmál - betri tænasta
Felagið hevur starvsfólk, ið tekur sær av tryggingarmálum. Tíðin hevur víst, at hetta var eitt neyðugt stig at taka, tí nú eru tað munandi fleiri, ið venda sær til felagið í sambandi við tryggingarmál.
Inntøkutapstryggingin
Í fjør nevndi eg, at felagið hevur trupulleikar av inntøkutaps-tryggingini, og hetta er framvegis støðan. Fiskimannafelagið roynir áhaldandi at sannføra Sjóvatryggingina, um, at manningin eigur fyri alla tíðina, tá ið skip eru til umvælingar í longri tíð.
Tryggingarlóggávan
Vit hava verið í drúgvum samráðingum við myndugleikarnar, um at gera tær ymsu trygg-ingarnar betri, so tær eru meira í trá við tað, sum menn verðuliga missa, eitt nú fyri ognarlutir, skaðar og sjúkir.
ALS
Sjómenn vilja ikki gjalda til ALS longur, tí støðan er ikki haldbar. Sjómenn bara gjalda, men fáa onki út. Tá ið ALS-stýrið hvørki er til at høgga ella stinga í, so mugu fiskimenn sleppa burtur úr ALS. Vit fara at leggja trýst á løgtingslimir, um at sleppa burturúr
Slitnir fiskimenn
Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru rættuliga slitnir. Tað gongur kortini rætta vegin, og umstøðurnar eru vorðnar betri við árunum. Fleiri skip verða nú bygd, har dentur verður lagd-ur á, at umstøðurnar hjá manningini eru góðar og at arbeiðsgongdirnar eru góðar og tryggar. Eisini verður dentur lagdur á, at menn á frívakt hava góðar umstøður at hvíla seg. Tað er eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú ikki arbeiða fleiri enn 12 tímar um dagin. Enn eru tó nógvir fiskimenn, ið hava 18 til 20 tímar arbeiðsdag. Hetta kann hava við sær, at menn ikki ansa sær nóg væl, og tað kann í versta føri kosta lív ella gera f iskimenn óar-beiðsførar. Felagið arbeiðir áhaldandi fyri at bøta um hesi viðurskifti.
Pensjónistar standa framvegis fyri skotum
Nógvir fiskimenn eru merktir av teirra langa og harða arbeiðslívi, og tí tekur Føroya Fiskimannafelag ikki undir við, at pensjónsaldurin verður hækkaður. Hinvegin tekur Føroya Fiskimannafelag undir við, pensjónistar sleppa at arbeiða, uttan at arbeiðsinntøka verður mótroknað. Vit hava sent stutt hoyringsskriv til Almanna- og Mentamálaráðið, har vit siga nei til at hækka penjsónsaldurin og ja til at lata pensjónistar arbeiða uttan mótrokning.
Landingar uttanlands betri fyri føroyska búskapin
Tað er onki at taka seg aftur í, at um skipini sleppa at landa, har besti prísur fæst, so gagnar tað ikki bara manningum og reiðaríum, men eisini sperda landskassanum. Hetta hevur Føroya Fiskiamannafelag víst á gjøgnum nógv ár. Tað hava verið fleiri á Tingi, sum hava ivast í, um tey skuldu loyva føroyskum skipum at landa aðrastaðni, hóast prísurin hevði verið væl hægri tá. Tí hevur Fiskimannafelagið tos-að við fleiri av okkara fólkavaldu, sum hava havt síni ivamál. Tað sær út til at hava hepnast. Tí nú duga fleiri at síggja fyrimunin fyri føroyska búskapin, at vit fáa væl meira fyri hvørt kilo. Tí vænta vit broytingar, ið koma av, at skip selja fyri hægsta prís, sum aftur kemur at bera við sær búskaparligan ávøkst.
Sjómannafrádráttur
Føroya Fiskimannafelag heldur lítið um tey álop, sum verða gjørd á sjómannafrádráttin. Hetta er ein ein frádráttur til fólk, ið eru heiman í dagar og vikur, viðhvørt mánaðir, fyri at vinna sær og sínum inntøku og landinum valuta. Landsstýrið eigur heldur at gera sum grannalond og økja um sjámannafrádráttin.
Sáttmálin við russar
Føroya Fiskimannafelag tekur undir við Russlands-sáttmálanum, tí hann er avgerandi fyri nógvar limir í Føroya Fiskimannafelag. Hetta hava vit givið alment til kennar í 2023 og 2024. Tað er okkara skylda.
Trætur við reiðarafelagið
Vit hava altíð ymisk mál koyrandi móti reiðarafelagnum. Flestu mál verða avgreidd utt-an um rættarskipanina. Men so eru tað mál, sum enda í rættinum, tí tað ikki heppnast at fáa semju. Vit hava tí nøkur mál liggjandi í rættarskipanini, har vit ikki hava fingið semju.
Heimasíðan
Vit hava gjørt nógv meira burtur úr heimasíðuni enn frammanundan. Vit leggja nú nógvar greinar út og hava eisini lagt meira av upplýsingum út um, hvussu okkara limir skulu bera seg at, tá ið sjúka ella skaðar raka. Limir okkara hava ynskt eina heimsíðu, sum hevur reglulig tíðindir. Endamálið er, at tá ið ein fer inn á heimasíðuna, so fær ein tíðindir, ið hava við fakfeløg, sjógvin og arbeiðismarknaðin at gera - umframt mangt annað.
Sperdur landskassiskoytir ikki um útbúgvingarrentu
Føroya Fiskimannafelag hevur ongantíð góðkent tær eykabyrðar, sum liggja undir f iktiv-um orðum sum t.d. ‘tilfeingisskattur’, ‘tilfeingisgjald’ ella ‘veiðugjøld’. Hetta eru pengar, sum verða nýttir til ovurnýtslu í almennu umsitingini. Tað hevur leingi gingið skeivan veg fíggjarliga í Føroyum, men ongin áhugi er fyri at gera nakað munagott við tað. Útbúgvingarrentan, sum allir føroyingar eiga, verður enn ikki tikin inn, so hon kann koma føroyingum til góða
Føroyingar standa á langum bíðlistum fyri at fáa heilsurøkt, men ikki er stórur áhugi fyri at fáa pengar frá teimum vælbjargaðu. Landskassin er meira glaður fyri at lata teimum, sum eru hægri á sosiala stiganum, pengar til yvirnýtslu, heldur enn at lata pengar til heilsu hjá fólki. Hví er tað so? Onkur vildi sagt, at tey sjálvsøknu vælbjargaðu fyri tað mesta eru innan fyri tinggátt. Tí mangla vit fólk á Tingi, sum hava hjarta fyri teimum veiku í samfelagnum.
Húsið
Sum kunnugt húsast Føroya Fiskimannafelag nú í veghæddini í FF-húsinum á Bryggjubakka. Tað er sostatt blivið munandi høgligari at koma á gátt hjá limum og øðrum, ið hava ørindi til felagið, og tað sæst longu nú aftur í einum øktum tali av vitjandi.
Avsláttarkort
Føroya Fiskimannafelag hevur gjørt eitt avsláttarkort til sínar limir. Hetta er ein hjálp, nú prísstøðið er hækkað so nógv.
Heimasíðan hevur yvirlit yvir, hvar tú kanst nýta kortið.
Tykkum verður ynskt eitt gott nýggjár
- takk fyri!
Jan Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald