Politikkur

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur

Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur til at verða heili 11,2% í 2022 og 2,6% í 2023. Høgi vøksturin í 2022 stavar í stóran mun frá øktum prísum. Tó er framvegis eisini ferð á føroyska búskapinum, ið sæst aftur í lága arbeiðsloysinum og átrokandi tørvinum á arbeiðsmarknaðinum. Í slíkum góðum tíðum eigur ikki at vera hall á fíggjarlógunum hjá landi og kommunum. Ístaðin átti tað almenna at sett í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum tálmar almenna útreiðsluvøkstrinum fyri at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin – bæði í núverandi løtu – og í longdini, tá avbjóðingarnar við vaksandi talinum av eldri fólki gerst til veruleika.

2022-09-01 10:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Stórur partur av vøkstrinum í BTÚ stavar frá prísvøkstri

Tað er framvegis ferð á føroyska búskapinum. Stóra virksemið sæst aftur á lága arbeiðsloysinum og tørvinum á arbeiðsmegi í bæði privata og almenna geiranum. Lønargjaldingarnar eru høgar, talið av løntakarum setur met, og vøruhandilin við útheimin gevur framvegis avlop. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at gerast 11,2% í 2022 og 2,6% í 2023. Vøksturin í BTÚ í 2022 er tó merktur av stóra prísvøkstrinum, sum vit síggja í útlondum og heima í Føroyum. Høgi vøksturin í BTÚ í 2022 stavar nevniliga fyri ein stóran part frá øktum prísum og avspeglar tí ikki, at virksemið í búskapinum er munandi størri í 2022 enn í 2021, men heldur, at vørurnar og tænasturnar eru dýrkaðar í prísi.  

Hóast føroyingar eru tilvitaðir um, at prísirnir eru øktir og at renturnar fara at hækka, sæst ikki nøkur stórvegis broyting í nýtsluni hjá húsarhaldunum. Ávirkanin av prísvøkstrinum á vinnuna er ymisk frá vinnugrein til vinnugrein, og er sum heild treytað av, hvussu nógv av prísvøkstrinum kann koyrast víðari yvir á kundan. Handilsvinnan letur til at vera merkt av, at føroyingar aftur eru slopnir til útlondini at ferðast, og tí brúka færri pengar í Føroyum, meðan ferðavinnan er bjartskygd, tí eftirspurningurin er stórur, og 2022 væntast at gerast nýtt metár. Í byggivinnuni eru príshækkingar á tilfari, og trot á arbeiðsmegi er framvegis ein avbjóðing, meðan útflutningsfyritøkurnar eru ávirkaðar bæði jaliga og neiliga av prísvøkstrinum. Prísurin á botnfiski og laksi er øktur nógv, ið hevur betrað um útflutningsvirðið, men samstundis eru framleiðslu- og flutningskostnaðirnir somuleiðis øktir nógv.                                                                                                   

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur – bæði í løtuni og í longdini 

Hóast hesar góðu tíðir, er undirskot hjá bæði lands- og kommunukassunum. Hallið á fíggjarlógini hjá landskassanum er mett av verða 216 mió. kr. í 2022 og 225 mió. kr. í 2023. Eisini kommunurnar hava samanlagt eitt hall á teirra fíggarlógum. Sostatt leggur almenni geirin í bestu tíðum trýst á búskapin, ið longu er undir trýsti av stóra virkseminum í privata geiranum. Tað er í slíkum støðum, at tað almenna eigur at halda aftur og hava yvirskot á fíggjarlógunum. At undirskot verður á fíggjarlógini í 2022 og 2023 er als ikki haldbart í so góðum búskaparligum tíðum, serliga við vitanini um komandi avbjóðingar við vaksandi vælferðarútreiðslum vegna vaksandi tal av eldri borgarum, tað vil siga til pensjónir, eldrarøkt, heilsuøkið við meira. Ein avleiðing av verandi fíggjarpolitikki kann verða, at hetta ættarliðið kemur at binda komandi ættarlið við skuld orsakað av manglandi haldføri í fíggjarpolitikkinum.

Sum Búskaparráðið áður hevur víst á, eigur politiska skipanin at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, ið kann vera við til at fáa haldføri í førda fíggjarpolitikkin. Eitt slíkt regluverk kann eitt nú ikki loyva útreiðslunum at vaksa við meira enn 2-3% um árið, samstundis sum íløgurnar haldast støðugar.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder