Politikkur

Fólkatingsval – eitt val millum samstarv ella avbyrging

Hvat vilja vit við fólkatingssessinum? Er hann bara til pynt, og hevur hann ongan konkretan týdning? Svarið er, at fólkatingssessurin hevur stóran týdning fyri Føroyar og føroysk áhugamál, og hann er als ikki til pynt.

2022-10-06 17:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambandsflokkurin er ein samstarvssinnaður flokkur, ið hevur eitt altjóða útsýni, og ynskir at vit framhaldandi menna ríkisfelagsskapin. Tann semjusøkjandi andin, vit leggja fyri dagin, gevur úrslit fyri Føroyar og føroyingar – tí eingin ivi skal vera um, at Sambandsflokkurin við einum semjusøkjandi anda arbeiðir fyri føroysk áhugamál heldur enn at dyrka ósemjur.

Summir flokkar í Føroyum ynskja ikki samstarv, hvørki í Ríkisfelagsskapinum ella altjóða í heila tikið, men heldur eina avbyrging og eina primitiva tilgongd til uttanríkis- og verjupolitikk. Tí verður hetta fólkatingsvalið ein avgerð millum tað altjóða, burðardygga samstarvið, bæði í Ríkinum og altjóða, ella eina avbyrging av Føroyum, har “give and take”-tilgongdin verður dyrkað.

Eg vil brúka fólkatingssessin konstruktivt, virðiligt og við einum semjusøkjandi anda til frama fyri Føroyar.

Anna Falkenberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder