Politikkur

Fólkapensjónin og fyritíðarpensjónin mugu dagførast

Lógin um javning av almannaveitingum hevur við sær, at almannapensjónirnar árliga hækka við ávísum prosenti. At almannapensjóninir hækka við prosentum er ein stórur vansi. Hækkingin av pensjónunum fylgir ikki við í krónum í mun til lønarvøksturin, sum aðrir lønarbólkar hava fingið. Harumframt hava vit seinnu árini havt ein stóran prísvøkstur, sum hevur minkað munandi um keypiorkuna hjá pensjónistum. Eftirsleipið í pensjónunum økist tískil ár eftir ár.

2025-02-18 08:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Javningin má verða í krónum, hetta soleiðis at pensjónistar fáa pensjónshækkan, ið sum minsta mark má verða sama krónuupphædd, sum tann krónuupphædd eftir skatt og gjøld, sum arbeiðaralønin hækkar við árliga.

Javningin/hækkingin av fólkapensjónini og samhaldsfasta eftir skatt og gjøld fyri ár 2025 liggur millum 346 kr. og 427 kr., um mánaðin, meðan hækkingin av arbeiðaralønini fyri árið 2025 er 905 kr. um mánaðin eftir skatt og gjøld. Eftirsleipið í fólkapensjónini í mun til arbeiðaraløn er fyri árið 2025 ímillum 478 kr. og 559 kr. um mánaðin.

Meðan eftirsleipið í fólkapensjónini seinastu 11 árini frá 2014 til 2025 í mun til arbeiðaraløn eftir skatt og gjøld er 1.179 kr. um mánaðin til støk og 1.422 kr. um mánaðin til gift og samlivandi.  

Pensjónirnar eru seinnu árini vorðnar púra afturútsigldar – hetta m.a. eisini tí at í árunum 2015, 2016, 2017, 2018, 2019, 2020 og í 2021 vórðu pensjónirnar als ikki javnaðar/hækkaðar.

Ongin skal liva í fátækradømi

Málið við vælferðarsamfelagnum er, at ongin skal liva í fátækradømi. Hóast hetta eru tað fólk í Føroyum – herímillum fyritíðarpensjónistar – sum alsamt mugu liva av almannaveiting, ið liggur rættiliga langt undir fátækraváðamarkinum.

Fátækaváðin, á enskum “at-risk-of-poverty”, er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fægstum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av javnvirðismiðinntøkuni í samfelagnum. Kelda Hagstova Føroya

Fátækraváðamarkið er 161.129 kr. (fyri ár 2022). Ein stakur hægstu fyritíðarpensjónistur hevur nærum einki restarbeiðsevni og fær tí ikki havt arbeiðsinntøku afturat fyritíðarpensjónini, ið er 188.746 kr., ið er ov lág upphædd at liva av. Ein stakur miðal fyritíðarpensjónistur hevur 155.751 kr. árliga í pensjónsintøku og liggur tískil undir fátækraváðamarkinum. Meðan ein stakur lægstu fyritíðarpensjónistur hevur eina pensjónsinntøku 155.209 kr. árliga og liggur harvið somuleiðis undir fátækraváðamarkinum. Hesir hava nakað av restarbeiðsevni og kunnu harvið arbeiða eitt sindur (um arbeiði er at fáa).

Hagtøl viðvíkjandi fátækraváða finnast hjá Hagstovu Føroya frá 2022. Hóast eingi tøl finnast fyri fátækraváða hjá fyritíðarpensjónistar, framgongur, at 13,6% av persónum 67+ liva í fátækraváða.

Tískil má staðfestast at nógvir pensjónistar liva í støðugum fátækradømi í vælferðarsamfelagnum Føroyum. Landsstýrið og Løgtingið mugu beinanvegin koma við einari loysn og hækka okkara afturútsigldu almannapensjónir.                                                                                 

Tórshavn, hin 14. februar 2025                                                                                              

Áhugabólkur Pensjónista


Jóhan Carl Dam, Ingrid S. Henriksen, Bozena Rasmussen, Eyðun Ellendersen, Nina Dahl, Maria Jacobsen, Heidi E. Hammer, Hermann Mikkelsen


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder