Tað sýnist ikki, sum politiska skipanin gevur hesum gætur, sum neyðugt at gera nakað við, sjálvt um tað hevur verið frammi alment og pensjónistar og pensjónistafeløg hava gjørt vart við hetta.
Tá ymsu bólkarnir fara til lønarsamráðingar er hetta altíð framt í procentum og tað er ein stórur vansi haldi eg, tí 5% av 50.000 kr. gevur 2.500 kr. um mánaðin, meðan t.d. 5% av 12.000 kr. gevur 600 kr., altso heilt hvørt sítt úrslit, meðan umkostningssíðan, at hava til livsins uppihald, har er prísvøksturin líka fyri øll. Tískil vildi ein reel hækking í krónum verið rættari at brúkt í komandi samráðingum um lønir og ásetan av pensjónum.
Niðanfyri talva vísir, hvussu keypiorkan er minka hjá pensjónistunum:
Kelda: Robert Willumsen
Tað er ógvuliga sjónligt, um hugt verður eftir útrokningum í talvuni, at tað absolutt má vera ein avbjóðing at fáa endarnar at røkka saman hjá pensjónistum, við tí minkandi keypiorku, sum er farin fram yvir bara 4 ár.
Pensjónin eigur eftir hesum at hækka, vildi eg mett, minst 1.200 kr. um mánaðin fyri hvønn pensjónist, um teir skulu fáa endarnir at røkka saman og hava sama livistøðið sum í 2022.
Tað virkar sum um, at samgongan er við at gloyma okkara eldru og hvussu tey skulu klára dagligdagin, og ikki bara yvirliva.
Samgongan sendir heldur í hesum valskeiðinum 250 mió. kr. aftur til Danmarkar av ríkisveiting, sum hevði komið væl við sum ískoytið til okkara vælferðarveitingar, harímillum fólka-, fyritíðar- og invalidupensjónistar osfr.
Fari við hesum at heita á samgonguna og restina av politisku flokkunum, um at viðgera hesa støðuna okkara pensjónistar eru komnir í fíggjarliga og koma við einari loysn.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald