Vestanstevnan 2024
Góðu fundarfólk, Vágafólk, Sandavágsfólk og góðu Føroya fólk. Væl komin øll somul.
Takk til stevnufyriskipararnar fyri høvi at bera kvøðu her í hesum vakra umhvørvi. Takk fyri tað.
Vit liva beintnú. Beint nú í 2024 liva vit. Eg og tit. Vit liva eina stutta stund so gev okkum vísdóm, at liva lívið fult út og verða vakin. Lat okkum øll royna at vera í nú´inum eina løtu. Tað er tørført at vera í nú inum tí okkara heili er soleiðis skaptur, at hann antin er í fortíðini har hann iðrar seg um okkurt, sum kundi gingið betur ella er heilin í framtíðini og stúrur fyri onkrum sum ongantíð fer at henda. Soleiðis er okkara heili. Heilin hjá okkum er ikki skaptur at búgva í Vága kommunu í 2024. Hann er einki broyttur í 100.000 ár tá vit allatíðina máttu kempa fyri at yvirliva. Soleiðis siga nógvir professarar innan heilavísind, her ímillum danski professarin Petur Lund Madsen.
Men lat okkum royna at vera her beint nú. Nú´ið er alt vit eiga. Fortíðin er farin og framtíðina kenna vit ikki. Men beintnú eru vit umgird av vakurleika. Steigafjøllini sum standa, sum verndareinglar yvir Sandavág. Hygg at teimum. Tey eru vøkur og tey eru flott og tey fara, at verða her langt aftaná vit eru farin og gloymt av menniskjum, men, tíbetur ongantíð gloymd av Gudi. Og hygg at Reynsatindum sum samanbinda Miðvág og Sandavág og har útsýnið røkkur langt um Vágoynna. Tað verður ikki vakrari og vit eru heppin, at júst vit eru fødd her. Vit eru tað eina prosentið í heiminum, sum liva í Paradís. Í yvirflóð við øllum sum okkum tørvar. Lat okkum ansa væl eftir tí vit hava fingið soleiðis, at næsta ættarlið eisini kann njóta alt tað góða vit hava fingið frá okkara forfedrum.
Pápi segði altíð aftaná ein túr í Havn; “å Jesus sum tað er gott at koma í land hesi meðin tunnilin. Einki er sum Vágoyggin. Og Vágoyggin er eisini vakrasta oyggin í Føroyum. Tað er mín meining, men eg eri kanska ógegnig.
Tað fyrsta vit síggja tá vit koma úr Vágatunnilinum er alt virksemi hjá Atla Gregersen. Tað grør um gangandi fót og tað er gott at síggja at fólk hava dirvi at byggja út, skapa arbeiðspláss og bróta úr nýggjum. Tað er júst hetta sum ger at Føroyar er eitt gott land at liva í. Eg veit ikki um vit geva okkum far um tað men vit eru eitt av heimsins ríkastu londum við einum btú pr. íbúgva á nýggjunda plássi í øllum heiminum beint eftir USA og hægri enn Australien, Danmark, Svøriki og Ísland. So hví skulu danir rinda til okkum? Tað burdu verið vit, sum rindaðu til danir.
Gløkt er gestsings eyga, verður sagt. Í nøkur ár havi eg verið ferðaleiðari og eg síggi og hoyri á gestum hvussu vakurt tey halda Vágoynna verða. Her eru so nógvar perlur. Sandavágs kirkju vitja vit javnan við ferðafólki. Vit hava sungið og biðið óteljandi sangir og bønir í Sandavágs kirkju við ferðafólki og tey halda tað er amazing. Rúnarsteinurin og søgan um Torkil Onundarson frá Rogalandi er ein áhugaverd søga at fortelja . Takk til tykkum í Sandavági at tit hava kirkjuna opnað. Tað hevur so nógv at siga at kirkjurnar eru opnar. Tí júst kirkjan er ein so stórur partur av okkum.
Her í Sandavági hava tit so nógv. Løgmansgarðin, Hammersheim, Jens Paula Heinesen, Søljan sum hevur vunnið mangan dystin. Herundir, FM heiti fleiri ferðir. Kappróðurin og dugnaligar til hendurnar hava Sandavágskonur altíð verið. Ogso er tað kakuborðini, ikki at gloyma, sum eru víða kend um allar Føroyar. Eisini hevur bygdin fingið heiðurin vakrasta bygd í Føroyum og eg kundi hildið áfram.
Tit hava so nógv at vera stolt av í Sandavági og tað er gott. Og tað er sanniliga vakurt tá man kemur koyrandi oman av hálsinum og sær kirkjuna, sum hevur tað perfektu staðsetingina og vit hyggja yvir á Prestlandi, Ravnsfjall, Middagsfjall og Ritubergsskarðið.
Og pápi skrivar so vakurt:
“Ritubergskarðið ein syngjandi varði títt margfalda fuglasjóð. Letur ein spógvi svarar ein tjógvi sí láðin sítt eyðkenda ljóð, Men uppi í dimminum hómi eg enn sí mýrsnípan stoytir á høvdi. Alt hetta spæl meg minnist so væl meðan sólin sær søkir hav”.
So er tað søgan um Trøllkonufingur. Fríðrikkur tann 7 var her í 1844 og vitjaði. Ein maður setti sær fyri at klintra upp í Trølkonufingur fyri at vinka til kong. Tá maðurin var komin omanaftur fann hann útav at hann hevði gloymt vøttirnar eftir á toppinum so hann fór uppaftur og datt oman og doyði. Ein ótrúlig søga tí eingin hevði farið nakran veg eftir einum vøttum í dag. So slett ikki uppá Trøllkonufingur og óivað ikki ein gongd yvir til grannan.
Úr Miðvági, sum er mín heimbygd eru eisini nógvar góðar søgur at fortelja fyri ferðafólki. Um eg havi bretsk ferðafólk, greiði eg teimum altíð frá tíðini undir øðrum verðaldarbardaga og vit vitja enska kirkjugarðin. Annars er Trælanýpan eitt stað har øll mugu vitja.
Og so eru tað allar søgurnar frá langabba úr Kirkjar. Nógvar søgur um huldukonur sum lokkaðu hann inn í steinar at drekka te tá hann var á leitisvatni og fiskaði. Men Langabbi við Kirjar var klókur. Hann takkaði altíð ja til ein temunnin. Men hann visti at hann skuldi blása roðan av tenum um hann ikki skuldi verða fangaður í hellinum. Hetta eru søgur sum pápi hevur fortalt. Veit ikki um tær passa. Tí langabbin hevði góðan fantasi og tað hevði pápi eisini. Men ferðafólk elska søgurnar.
Vit hava eina ríka søgu. Óansæð hvar í Føroyum vit eru. Í Suðroy, Eysturoy, Streymoy, Kalsoy, Kunoy. So er tað ótrúligt, sum vit hava duga at fóta okkum. Okkara forfedrar vóru klók, røsk, vinalig, kærleiksfull og forvitnir eftir at bróta úr nýggjum. Vit hava so nógv at takka okkara forfedrum fyri. Ímynda tær at búgva her uttan el og hita? Ímynda tær at rógva út við árabáti og ikki vita um tú kemur heim aftur ella tú far eina váta grøv? Ímynda tær at verða einkja við nógvum børnum og eingin almannaveiting er? Og vit sum eru her í dag eru borðin á lógvum og hava allar møguleikar fyri einum góðum lívið. Vit hava so sanniliga nógv at vera takksom fyri.
Vit gloyma hvussu heppin vit eru. Vit hava so nógv og vit gloyma at vera takksom fyri alt vit hava. Samanborðið við onnur eru vit forkelaði. Í USA mugu foreldur samla pening soleiðis at børnini kunnu taka eina útbúgving. Tí hetta er nakað tey mugu gjalda fyri sjálvi. Tá eg fortelji ferðafólki, at mín 4 børn kunnu velja og vraka hvørja útbúgving tey ynskja at taka og landið rindar trúgva tey ikki sínum oyrum. Tað sama er við sjúkrahústænastuni. Eg tosaði við eina konu í seinastu viku úr USA og hon hevði goldið 2 mió. dollar fyri sína krabbamein viðgerð tí hon hevði ikki røttu trygging. Tey høvdu selt meginpartin av teirra ognum fyri at gjalda fyri hennara viðgerð. So aftur, vit vita ikki hvussu gott vit hava tað og hvussu stóran prís vit eiga at seta uppá okkara vælferðarsamfelag. Her kunnu øll taka víðari útbúgving og øll hava rætt til viðgerð tá sjúka rakar.
Tá eg var smágenta var tað vit og tit. Tit í Sandavági vóru so fín hoyrdi man oftan og vit úr Miðvági vóru ikki so fín. Hyacinth og Onslow.
Eg minnist eisini tá langomma fortaldi at hon var av steigini í Sandavági at eyguni glitraðu og hon sá heilt royal út. Hetta var ikki nakað hon fortaldi einaferð. Nei, hetta var nakað hon fortaldi ofta. Langomma mín Amalie var omma til mammu mína. Hon var dóttir Hans Kristoffersen Gasedal og Anne Sofie Elisabeth Petersen av Steigini úr Sandavági. Hon var sysknabarn við Mikkjal av Ryggi og hetta var nakað hon veruliga var stolt av. Eg hoyrdi hana ongantíð tosað um sína slekt úr Gásadali men hon tosaði javn og samt um sína slekt úr Sandavági. Eg gloymi ongantíð tá hon fylti 101 og eg vitjaði hana og hon segði við meg. Kitty May gloym ongantíð tína slekt úr Sandavági. Tí tað eru góð fólk. Eg var 25 ár og líkaglað við mína slekt, sum vera man. Men fyri at gera hana glaða. Hon var jú 101 ár segði eg. “Eg gloymi ongantíð mína slekt úr Sandavági”. Og hvør kann gloyma Mikkjal á Ryggi, sum eigur so nógva sálmar í sálmabókini. Hann verður ikki gloymdur, men altíð í hjartanum goymdur. So tað var eitt lætt lyfti at halda.
Ídag er tað ikki vit og tit. Ídag lyfta vit í felag. Sandavágur og Miðvágur eru ein kommuna. Vit hava ein góðan og arbeiðsaman borgarstjóra, sum er Miðvingur, men hevur fingið sær konu úr Sandavági og býr her. So tað verður ikki betur. Jing og Jang. Her er javnvág og javnvág er gott.
Tá man lyftur í felag hendur eitt “fenomen” sum man í altjóða búskapi kallar fyri “multiplikaturvirknaðurin”. Tað er tá 1 pluss 1 ikki longur er 2, men ístaðin verður 3 ella 4. Tað er ringvirknaður, sum fer sum aldir gjøgnum búskapin og hervið samfelagið. Tí er tað gott at vit eru saman. Samanhald er altíð ein styrki og serliga tá kommunurnar liggja so tætt at hvørji aðrari sum Miðvágur og Sandavágur gera. At vit eru saman skapar ein “multiplikaturvirknað”, sum ger at 1 pluss 1 verður meira enn 2.
“Multiplikaturvirknaður” er ikki bara í búskapinum. Men multiplikaturvirknaður er eisini í takkseminum. Tá vit seta fokus á alt vit hava at vera takksom fyri veksur lívsgóðskan munandi. Tá vit takka fyri Vágoynna, Sandavág, fólki her býr, eitt trygd land, mat í munnin, allar møguleikarnar vit hava, tak yvir høvdi, vinir og familju, fer alt tað góða at vaksa og 1 pluss 1 verður meira enn 2. Og vit hava alt at vera takksom fyri.
Eg undirvísi á Glasi tveir dagar um vikuna. Og nógv ung stúra. Tey siga: Eg veit ikki um eg skal fáa mær børn tí tað er kríggj í Europa. So sigi eg altíð. Góðasta, nær hevur tað ikki verið kríggj í Europa? Omma mín í Miðvági fekk 8 børn og pápi mintist at tey fóru í kjallarin at goyma seg undir krígnum. Men hon fekk børn óansæð. Royn og hav fokus á øllum tí góða sum er. Tí tá vit hava fokus á tí góða fer tað góða at vaksa og soleiðis verður tín gerandisdagur góður. Og sjálvt um eg undirvísi í jura læri eg altíð mínar næmingar sálarfriðarbønina, sum ljoðar soleiðis:
“Gud gev mær sálarfrið, at góðtaka tað eg ikki kann broyta. Mót til at broyta tað eg kann og skil til at síggja munin”.
Og tað er tað mest fantastiska við okkum menniskjum. Tað er ikki alt eg kann gera nakað við. Eg kann einki gera við kríggi í Europa. Men eg kann velja, at gera nakað gott í mínum nærsamfelag. Eg kann velja hvar mítt fokus er. Og eg velji at fokus er á tí góða og í nú´inum.
Eg segði við mínar næmingar seinasta undirvísingardag: Í einum heimi har tit kunnu vera alt og tit kunnu velja alt. So ynski eg at tit velja at vera hjálpsom, fitt og við tí góða orðinum. Vit hava brúk fyri góðum, fittum, hjálpsomum, fólki í heiminum í dag. Tað er ikki karakterurin á tykkara pappíri sum sigur hvørji tit eru. Men tað er hinvegin karakterurin í tykkara hjørtum.
Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum eina framhaldandi góða vestanstevnu. Hav fokus á tí góða og hav fokus á nú ´ inum. Tí beintnú er alt gott.
Takk fyri
Kitty May Ellefsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald