2025-10-09 23:36

FSF: Fríggjadagin klokkan 17:00 spæla Dávid Reynheim og hinir á U21-landsliðnum á Djúpumýru í Klaksvík ímóti Frankaríki.
Føroyar hava níggju stig og eru fremst í bólkinum, meðan hetta samstundis er fyrsti dystur hjá fransmonnum í hesari undankappingini.
FSF Varpið fekk orðið á Dávid Reynheim, sum stórtrívist í Torino, men tó gleðist hann um at vera aftur í Føroyum í landsliðsørindum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald