Vinna

Fólkaflokkurin hevði vunnið stórt um val var nú

Tað gongur av álvara framá við undirtøkuni til Fólkaflokkin. Nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum vísir, at flokkurin nú er 10 prosentstig størri enn á valinum í desember 2022. Tað svarar til eina framgongd á heili 52 prosent

2024-09-14 11:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Portal.fo:

Tað gongur av álvara framá við undirtøkuni til Fólkaflokkin. Nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum og Blaðnum Vikuskifti vísir, at flokkurin nú er 10 prosentstig størri enn á valinum í desember 2022. Tað svarar til eina framgongd á heili 52 prosent.

[object Object]

Í mun til seinastu Spyr-kanning hjá Blaðnum, ið varð gjørd í mai mánaði, gongur Fólkaflokkurin fram við 2,3 prosentstigum, svarandi til vøkstur á næstan 9 prosent.

Tey 28,8 prosentini, sum flokkurin fær í kanningini, sum varð gjørd mikukvøldið, gevur Fólkaflokkinum 10 sessir á tingi um løgtingsval var nú. Í løtuni hevur flokkurin seks sessir í løgtinginum.

[object Object]

Hetta er tó ikki tann størsta undirtøkan, sum Fólkaflokkurin hevur fingið í veljarakanningum síðan seinasta val. Í kanningini, sum varð gjørd í november í fjør, fekk flokkurin 29,5 prosent, sum eisini gav 10 tingsessir.

Við núverandi undirtøku kunnu teir báðir stóru borgarligu flokkarnir skipa samgongu tveireinir, enntá við eini marginu.

Síggj alla veljarakanningina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder