Vit minnast øll makrelstríðið tá ið Jacob segði Damanaki hvar í skápi skuldi standa. Tá varð nógv móstrýst allastaðni frá, men Jacob hevði ei kálvahjarta men stóð sum kletturin.
Aftur hesuferð nú tað leikaði hart á og trýstið var stórt, bæði uttan og innanífrá, stóð fólkaflokkurin rimmar fast og bakkaði ikki fyri trýsti.
Fólkaflokkurin hevur allatíðina staðið fast við at vit skuldu gera eina fiskivinnuavtalu við russar, bæði fyri at tryggja landi okkara milliarda virðir, somuleiðis sum vit vilja tryggja skynsama fiskivinnu.
Nú tá tað leikaði á og sjógvarnir fóru at bróta helt fólkaflokkurin kós. Og so komu teir, fyrst tjóðveldi og so javnaðarflokkurin, løgdu seg í læ í loringini av fólkaflokkinum, tóku undir við at gera avtalu við russar.
Nú er avtala gjørd við russar, milliardavirði eru tryggja, hetta hevur fólkaflokkurin syrgt fyri. Nú er sjógvurin slætnaður aftur, nú er klárt hjá hinum at koma undan loringini av fólkaflokkinum aftur og byrja at brúka av teimum virðum ið Fólkaflokkurin hevur tryggja.
Fólkaflokkurin er einasti garanturin fyri vælferð, tí uttan eina sterka vinnu ið skapar virðir er onki at býta til vælferð.
Jóhan Eli Poulsen
Valevni fyri Fólkaflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald