Politikkur

Fólkaflokkurin harmast

Beinir Johannesen, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, hevur sent tíðindaskriv.

2022-11-10 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit eru sera hørm um, at formaður floksins hevur avgjørt at leggja frá sær.

Nú fara vit í felag at viðgera álvarsligu støðuna hjá flokkinum innanhýsis á floksleiðsufundi seinni í dag.

Til tann viðgerðin er liðug, neyðugar avgerðir tiknar og nýggjur formaður valdur, hava vit ikki fleiri viðmerkingar til støðuna.

Við Fólkaflokskvøðu

Beinir Johannesen, tingbólkaformaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder