Eg bjóði meg fram á listanum hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið 31. oktober. Til seinasta val var tað ikki nógv sum manglaði í, fyri at tit góvu annað umboðið til Fólkaflokkin. Tískil fari eg at heita á allar fólkafloksveljarar um at fara á val tann 31. oktober og velja eina sterka fólkafloksrødd á Fólkating. Fyri fleiri kann tað tykjast meiningsleyst at velja føroysk umboð á Fólkating. So leingið sum vit ikki hava fult sjálvsræði og øll mál ikki eru yvirtikin, so er neyðugt at vit hava umboðan á Fólkatingi, fyri at verja føroysk áhugamál og tala føroyska søk í viðurskiftum, sum viðvíkja Føroyum. Um eg verði valdur á Fólkating fari eg millum annað at virka fyri:
Tískil hevði tað glett meg, um tú vísti tín stuðul til mín og Fólkaflokkin, soleiðis at vit kunnu umboða teg á Fólkatingi. Uni Rasmussen |
Politikkur
Fólkaflokkurin á Fólkating
Uni Rasmussen stillar upp til Fólkatingið
2022-10-20 15:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald