
Dagurin byrjar við barnakonsert við Dánjal frá Ævintýraferðini saman við Høgna Lisberg á Brandstøðini, og seinni um kvøldi kemur ungi bólkurin Grótbrotið úr Skúlanum á Giljanesi at framføra nakrar sangir og so syngur okkara fólkakæri Sámal Ravnsfjall í Trolhúsinum. Eisini setir DJ Sandavágur Soundsystem dám á dagin við summartónum og góðum stemningi.
Sløkkiliðið verður á staðnum við brandbilum og skúmbaði – altíð eitt hitt fyri børn og barnsligar sálir í regnklæðum! Sandavágs Timburhandil, saman við skótunum, letur goymsluna á kaiini upp, og bjóðar børnunum at smíða og spæla við timbur, t.d. at byggja stúltur og annað stuttligt. Harafturat verur høvi at vitja umborð á Brimli, og sleppa ein túr við bátinum Sverra hjá Vága bjargingarfelag.
Tey, sum hava hug at røra seg, kunnu eisini royna line-dans saman við Thildu ella kappast við trillubøru-ruskkapping inni á umhvørvisplássinum saman við Nicolu. Til ber eisini at hoppa, lakka og lofta á økinum, og ein rullubreyt verður løgd til súkklur, rennihjól og rulluskoytur.
Gott til góman
Hiddenfjord diskar upp við laksi og hevur bjóðað trimum stjørnukokkum – Sonna Zachariassen, Jaspur Svabo Jørgensen og Andrew av Fløtum – at gera hvør sín laksarætt. Skótalið Mikkjals á Ryggi fer at grilla saman við børnunum, so tey sleppa at gera sín egna døgurða.
Somuleiðis bjóðar Vága fimleikarafelag kaffi og heimabakaðar vaflur til tey, ið vilja njóta løtuna við einum drekkamunni.
Alt í alt verður hetta ein stór fólkafest fyri øll – ein endi á einum Undurføgrum mai mánaði í Vága kommunu. Og alt er ókeypis!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald