Í nøkur ár hevur Kári Thorsteinsson arbeitt við at savna saman tilfar til eina bókaútgávu av fólki, sum eru deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi. Vága kommuna hevur valt at stuðla hesum stóra arbeiðinum við at lata øllum húskinum í Vága kommunu sum ynskja sær bókina, eitt eintak. Niðanfyri er møguligt at skriva seg upp fram til 18. august 2023.
Eitt sindur um bókina
Í mongum føri vita vit ikki, hvørji fólkini eru, sum standa sum deyð og grivin í okkara kirkjubókum og kirkjugarðsbókum, tá fólkini koma úr øllum landinum og oftani bert nevnd við navni og í nøkrum føri bert við einum parti av navninum. Oftani kemur fyri, at fleiri eita tað sama og tí hevur verið gjørt eitt stórt arbeiði at eyðmerkja hesi og hevur tað eydnast í flestu føri við at leita fram upplýsingar úr Ríkisarkivinum, kirkjubókum, kirkjugarðsbókum, fólkateljingum og frá søguligum keldum úr bygdasøgum, sum eru fleiri í Vágum. Bygdasøgur og skjøl aðrastaðni frá, hava eisini havt ein leiklut fyri at kunna eyðmerkja fólkini, ið komu aðrastaðni frá.
Harumframt er granskað í gomlum skjølum á Tjóðskjalasavninum frá sýslu- og politiprotokollum, skiftum v.m.
Nógvir føroyingar fóru av landinum og tað kundi tað vera ymiskar orsøkir til. Nøkur fóru finna nýggjar leiðir í grannalondunum og eisini í fjarskotnum londum, har tey settu búgv og komu ikki heimaftur. Fleiri føroyingar fóru til Danmarkar í sjúkraørindum og nøkur teirra komu heimaftur, meðan onnur endaðu sínar dagar í Danmark og eru grivin har. Tey sum fingu tað lagnu, at verða innløgd á ein av mongu psykatisku sjúkrahúsinum og sum doyðu har, eru eisini grivin har. Fleiri av hesum er eisini funnið fram til.
At fólk flyta millum bygdir og oyggjar er einki óvanligt. Tað hevur altíð verið gjørt langt aftur í tíðina og tá mest fyri at tæna ella giftast.
Tað er áhugavert at síggja, at fólk komu allastaðni frá í Føroyum til millum annað at tæna og flestu teirra fóru víðari í aðrar bygdir at tæna, men nøkur teirra fingu sær konu ella mann í Vágum og Mykinesi og settu búgv.
Við hesi verkætlan er í stóran mun eydnast at seta upp nøvnini upp eftir tí bygd, har tey hoyrdu til og samstundis at fáa tey eyðmerkt og kunnu siga, hvaðani tey eru og hvørji foreldrini eru.
Sjálvt um talan ikki er um eitt fullfíggjað yvirlit, so er eydnast at funnið fram til mong og so langt aftur í tíðina, sum tað ber til at skjalprógva.
Einki er lýtarleyst av mannaávum, men við góðari hjálp frá lokalum ættargranskarum og øðrum heimildarfólki, meta vit, at vit hava fingið eitt gott grundarlag, sum kann vera teimum, sum granska í síni ætt, til stóra hjálp.
Áhugin fyri ættargransking hevur seinnu árini verið vaksandi millum fólk og fyri fleiri er tað eitt sindur trupult at finna tey fólk, sum leitað verður eftir, tá upplýsingarnar liggja í ymiskum skjølum og ritum.
Bókin er tí eitt sera hent hjá teimum, sum hava áhugað fyri sín uppruna, og er eitt gott amboð hjá teimum, ið ynskja at arbeiða víðari við granskan av síni ætt.
Bókin, verður býtt upp í 2 bind, sum eru góðar 800 síður og býtt upp í bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Slættanes, Vatnsoyrar í fyrra bindinum og Sørvágur, Bøur, Gásadalur, Víkar og Mykines í seinna bindinum.
Uppsetanin er gjørd eftir sama bygnaði sum kirkjugarðsbøkurnar, sum flestu hava sína byrjan í 1870 unum. Við byrjan av hvørjari bygd er ein gomul bygdamynd sett inn áðrenn kirkjugarðsbøkurnar og ein nýggjari bygdamynd sett inn har kirkjugarðsbókin byrjar.
Eitt yvirlit er sett upp, ið vísir allar prestarnar, sum hava verið frá 1500 talinum til dagin í dag.
Eitt yvirlit við útgreining av teimum, sum búðu í Vágum og Mykinesi, tá fólkateljingarnar vóru í 1810, 1850 og 1925 vísir, hvussu samansetingin er av kvinnum, monnum, børnum og øðrum eru hesi árini.
Bókin inniheldur nógv nøvn gjøgnum fleiri ættarlið og tí er eisini gjørt eitt navnayvirlit, so tað ber til at leita eftir fólki og skjótari finna fram til tey í bókini.
NB. Bókin kann bíleggjast á vaga.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald