Vinna

Flogbóltur: Steypafinalurnar halda fram í dag

Dystirnir verða sjónvarpaðir og stroymdir

2023-03-04 10:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Sjónvarping / stroyming frá steypafinalunum
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll til steypafinalurnar í høllini á Hálsi um vikuskiftið, men liggur ikki fyri at fara í høllina, so er tað næstbesta at síggja dystirnar í sjónvarpinum ella á netinum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru øll feløgini umboðað í onkrari finalu. Fyrsti dysturin verður fríggjadagin kl. 18 og seinasti dysturin fer gongd sunnudagin kl. 16:45.
Finalurnar hjá kvinnum og monnum leygardagin verða vístar í Kringvarpinum. Allar hinar finalurnar verða vístar í Televarpinum.
Í Kringvarpinum verður Símun Christian Olsen frásøgumaður, og at hjálpa sær at greina dystirnar hevur hann Guðruna L. Joensen til kvinnufinaluna og Jan Hentze til mansfinaluna. Haraftrat fer Jógvan Skeel Nolsøe at renna runt í høllini við forvitnu mikrofonini bæði fyri og eftir dystirnar, og eisini í stegðunum í dystunum.
Til allar hinar dystirnar - sum allir verða í Televarpinum - verður Niels Petersen frásøgumaður fríggjadagin og leygardagin, og sunnudagin sita Berit Norðoy og Lena í Buð við mikrofonirnar.
Dystirnir í Televarpinum fríggjadagin og leygardagin verða vístir á Rás1 og síggjast tí í sjónvarpinum við vanligari antennu, umframt at teir eisini síggjast á netinum á https://sg.tv.fo/ras/ (og haraftrat í appini).
Sunnudagin verða dystirnir vístir á Rás5, og tá síggjast dystirnir bert á netinum á https://sg.tv.fo/ras/ (umframt í appini).
Dystarskráin sæst á myndini niðanfyr

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder