Aftaná søgurnar um tær sokallaðu Golden Maps, har føroyskar gentur og kvinnur uppliva, at persónligar myndir og annað av teimum uttan teirra samtykki verður deilt á netinum, spurdi Sjúrður Skaale danska løgmálaráðharran um, hvussu umfatandi trupulleikin er, og hvørji stig verða tikin fyri at basa honum.
Løgmálaráðharrin upplýsir nú, at ein nýggj og servand donsk rannsóknardeild kann hjálpa føroysku løgregluni við m.a. truplum málum um talgildan kynsligan ágang á netinum, um ynski er um hetta. Og at ein lógarbroyting er í umbúnað, sum skal geva nýggju deildini formligar møguleikar at taka sær av tungum kanningararbeiði í Føroyum, um tørvur er á tí.
Fólkatingsmaðurin vísir á, at talan er um mál, sum næstan uttan undantak raka kvinnur. Og at hetta samsvarar væl við royndir aðrastaðni frá.
- Summi hava vent sær til okkara og spurt, hví vit bert spyrja inn til ágang móti kvinnum. Sjálvandi eru eisini menn, ið uppliva ágang á netinum. Men júst hetta slagið av kynsligum, talgildum ágangi móti vaksnum eru tað næstan bara kvinnur, sum uppliva. Og tí spyrji eg ítøkiliga eftir hagtølum fyri hetta.
Fólkatingsmaðurin vísir eisini á, at øll hagtøl benda á, at tað fyri tað mesta eru menn, ið fremja harðskap og ágang á kvinnur og ikki øvugt.
- Vit gjørdu eina føroyska javnstøðugreining í 2020, sum vísti, at tað næstan bert eru menn, ið verða ákærdir fyri harðskap í Føroyum. Tað er serliga galdandi fyri harðskap og neyðtøkur, har at kalla ongar kvinnur verða ákærdar. Ágangur og harðskapur móti kvinnum er tí ein trupulleiki fyri seg. Tí vóni eg eisini, at vit fáa betri hagtøl fyri hetta í Føroyum.
Sjúrður Skaale bíðar framvegis eftir svarið uppá, um ministarin vil taka ítøkilig stig fyri at skunda undir, at føroyska løgreglan fær somu KT-skipan sum tann danska, og harvið betri yvirlit av støðuni.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Svarið frá danska løgmálaráðnum kann lesast her: https://www.ft.dk/samling/20211/spoergsmaal/s1138/svar/1901247/2610525.pdf
Javnstøðugreiningin frá 2020 kann lesast her: https://www.jaf.fo/utgavur/ymiskar-fortreytir-ein-lysing-av-vantandi-javnstoe%C3%B0uni-i-foeroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald