Vinna

Fleiri bátar brúk fyri sleipi í dag

Tá ið havhestatíð er, er eisini ofta brúk fyri bjargingarbátum.

2026-09-02 23:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 11 í dag fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein bátur smábátur uttanfyri Velbastað hevði brúk fyri sleipi. Boð blivu send eftir Rescue Lív, sum sleipaði bátin til Havnar.

Klokkan 15 vóru aftur boð eftir bjargingarbáti, ein smábátur var uppsteðgaður eystanfyri og var sleipaður til Havnar av East Rescue.

Klokkan 17 fekk MRCC støðin aftur eina fráboðan um, at ein smábátur var uppsteðgaður. Hesuferð vestanfyri og var sleipaður til Miðvágs av Rescue Sverra.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder