Politikkur

Fleiri átøk úr krabbameinsætlanini verða raðfest

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verða fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini fyri Føroyar raðfest. Átøk sum flyta okkum nærri málinum hjá samgonguni um viðgerðartrygd og lógartryggjaðan rætt til útgreining og viðgerð fyri krabbamein.

2022-10-01 12:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Krabbamein er álvarsom sjúka, sum á hvørjum ári rakar nógvar føroyingar. Vit kunnu røkka langt á krabbameinsøkinum við fyribyrging og skjótari útgreining, tí eru tað øki, sum skulu raðfestast høgt.

Málið er, at færri skulu doyggja av krabbameini í framtíðini. Hetta merkir bæði, at færri skulu fáa sjúkuna, og at tey, sum fáa sjúkuna, eru tryggjað góða og skjóta útgreining og viðgerð.
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri

Av átøkunum úr krabbameinsætlanini, sum verða raðfest í fíggjarlógaruppskotinum, kunnu millum annað nevnast:

  • Screeningseindin skal endurstovnast. Screeningseindin skal samskipa og hava ábyrgd av verandi og komandi screeningsætlanum fyri krabbamein í Føroyum. Eindin kann eisini fevna um screening fyri aðrar sjúkur. Ein læknaskrivari skal setast at umsita screeningseindina.


  • Ein bioanalytikari skal setast í starv innan patologiøkið at arbeiða saman við patologinum, sum nýliga er settur í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er við til at framtíðartryggja patologitænastuna á Landssjúkrahúsinum.


  • Skipast skal fyri eftirútbúgving innan krabbamein fyri kommunulæknar í Føroyum.


  • Ein nýggj fólkaheilsuætlan fyri Føroyar skal gerast. Sambært krabbameinsætlanini hjá ES frá 2021, kunnu 40% av krabbameinstilburðum fyribyrgjast.

Harumframt verður í løtuni arbeitt við at seta eitt krabbameinsráð, sum millum annað skal tryggja, at tilmælini í krabbameinsætlanini verða sett í verk. Og um politisk undirtøka er fyri at endurskoða kommunulæknaskipanina, verður farið undir at gera eina menningarætlan fyri kommunulæknaskipanina í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder