Mentan

Flaggrøða hildin á Giljanesi

Røðan ið Elin Heðinsdóttir Joensen helt á Giljanesi.

2023-04-25 16:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Góðu tit øll
Skótar, ítróttafólk og áhoyrarar.


»Vit eiga altíð 10 kraftig eftir.«


Soleiðis segði Hansina á Plógv - frá Sandavágs róðrarfelag – tá hon herfyri fekk hægsta heiður, sum verður latin innan føroyskan ítrótt. Heiðurin fekk hon fyri sítt stóra og drúgva arbeiðið í kappróðri.


Í samrøðuni, tá ið heiðurin varð handaður, segði hon hesi sigandi orðini:


»Vit eiga altíð 10 kraftig eftir.«


Í hesum orðunum liggur, at tá ið vit rógva eitt kappróðrarmál, ja, so megna vit í grundini meiri, enn vit halda. Vit eiga altíð styrkina til at seta meiri á og at geva eitt sindur eyka í eitt tíðarbil.

Í 10 tøk. **

Og eg síggi, at tit “hava tikið 10 kraftig”, nú tit hava skipað fyri hesum tiltakinum í dag. Tað sæst, at tit hava spílað tykkum út og gjørt nakað eyka burturúr.

**Og hetta við at stríðast eitt sindur eyka, og at kempa fyri málinum – tað er jú eisini søgan hjá okkara kæra Merkið. Tað eru nógv fólk, sum hava verið noydd at “taka 10 kraftig” fyri at Merkinum skuldi verða lív lagað.


Stríðið um Merkið var hart. Mótstøðan móti tí var hørð, men tá nógv fólk í felag seta eyka nógv á ja, so ber á mál.


Og eg tori at siga, at eingin føroyingur í dag hevði viljað verið Merkið fyriuttan. Eingin hevði tikið til takkar við hvørki Dannebrog ella Union Jack.


Vit eru føroyingar, serstøk tjóð – og til ta tjóðina hoyra vit øll somul. Sama hvar vit búgva, sama hvønn flokk vit velja, sama hvussu gomul vit eru, so hoyra vit øll til Merkið. So eiga vit øll Merkið.


Merkið umboðar okkum øll. Og vit umboða Merkið afturímóti.


Men tað er kortini ikki altíð, at vit sleppa at hava Merkið við okkum, sum vit kundu ynskt. ***


Sum forseti í Ítróttarsambandi Føroya, síggi eg javnan, hvønn týdning Merkið hevur fyri okkum, sum her búgva.


Vit hava støðugt fleiri ítróttarfólk, ið gerast ordiliga góð. So góð, at tey standa seg væl í kapping uttanlands. Eisini á allarhægsta ítróttarliga stigi.


Í Norðurlandakappingum, Evropameistarakappingum og Heimsmeistarakappingum.


Eisini støðugt fleiri føroyingar royna seg í Olympisku leikunum. Har tey bestu av teimum bestu kappast ímóti hvørjum øðrum.
Ein teirra er sjálvandi vágamaðurin, Sverri Sandberg Nielsen. Ein kempa í kappróðri. Ein úrmælingur – á tí støðinum, har bara heilt, heilt fá megna at vera við.


Í finaluni fyri single scullarar á ólavsøku í 2020 vóru seks menn. Av øllum monnum í allari verðini vóru teir BARA SEKS MENN, sum megnaðu at rógva seg í finaluna!
Teirra millum var ein føroyingur.


Í Føroyum var eingin ivi um, at tað var ein føroyingur, sum róði. Á ólavsøku, tá ið finalan varð víst á stórskermi, kókaði alt – bæði her vesturi og á Kongabrúnni í Havn.

Sverri var okkara maður. Fyri okkum umboðaði hann Merkið. Og Merkið umboðaði hann. Hann var eitt framúrskarandi umboð fyri okkum øll, og vit vóru øll so ósigiliga errin.


Men fyri restini av verðini var hann danskari. Tí hann róði undir Dannebrog.
Hóast báturin varð málaður við okkara eyðkendu hvítu, bláu og reyðu litum, so var tað altíð danska flaggið, sum stóð við síðuna av erna, føroyska navni hansara í øllum yvirlitum - og á øllum skermum. Tað var danska flaggið, sum sást í geilini, har føroyski Sverri róði.


Teir føroyingar, sum við árræði, treiskni og framúr góðum evnum hava megnað at kempað seg til olympisku leikirnar, hava á pappírinum allir verið danir.
Enn fær tað tíverri ikki verið øðrvísi.


Vit vita, at tey øll heldur vildu luttikið sum føroyingar. Umboðað Merkið. Tí bara Merkið kann av sonnum siga umheiminum, hvørji tey eru - og hvaðani tey eru.


Bara Merkið kann siga umheiminum frá føroyskum brimi og brøttum skorum. Frá føroyskum tryggleika og nærleika. Frá føroyskum máli, mentan og ríkum frítíðarlívi.

Frá eyðkenda grøna litinum, sum klæðir oyggjarnar á sumri, frá ódn og illveðri, og frá mjúka hvíta kavanum á vetri. Bara Merkið kann av sonnum umboða tað, vit eru - og tey, vit eru. Tí vit eru Merkið. Og Merkið er vit øll.


Í ÍSF kenna vit alt til hesa tvístøðuna, sum fløggini í okkara ríkisfelagsskapi elva til innan ítróttin. Vit skilja øll so væl okkara ítróttarligu úrmælingar, sum luttaka undir danska flagginum. Tá ið tey gerast so mikið góð, at tey teljast millum heimsins bestu, ja, tá noyðast tey at velja ímillum at luttaka undir donskum flaggi – ella als ikki at luttaka. 


Sjálvandi fara tey tá við danska hópinum. Tað eggja vit teimum til – og tí stuðla vit teimum í.


Og av tí, at vit javnan síggja hesa tvístøðuna, hava vit í áravís arbeitt fyri at vinna Merkinum heiður, æru og góðtøku innan ítróttaheimin.


Nøkur sersambond hava megnað at vunnið sær sjálvstøðuga luttøku í síni grein. Onnur ikki. Tað veldst um, hvussu altjóða nevndirnar - í hvørji ítróttagrein sær - síggja uppá tað. Um tey vilja góðtaka Føroyar sum sjálvstøðugt limaland – ella ikki.


Men altjóða olympiska nevndin hevur ikki boygt seg. Ikki enn í øllum førum. Og tí halda vit á at kempa; tí halda vit á at taka 10 kraftig á hesum økinum við jøvnum millumbilum. Vit ivast ikki í, at tað fer at gleppa – og at føroyingar frá tí degi fara at kunna kappast á hægsta stigi undir Merkinum. ***


Innan paraítróttin er tað eydnast. Innan Special Olympics er tað eisini eydnast.
Teir føroyingar, sum hava megnað at vinna sær luttøku har, hava havt Merkið við síðuna av navninum.


Nógvir føroyingar hava luttikið – sum føroyingar. Seinast var tað Hávard Vatnhamar úr Leirvík, sum kempaði seg til Paralympisku leikirnar í Japan. Hann umboðaði Merkið so sera væl. Hann vakti stóran ans og fekk viðurkenning, júst tí at tað hjá honum bar til at kappast sum føroyingur.


Eisini fleiri av landsliðunum eru við sum føroyingar. Hondbóltur, fótbóltur og flogbóltur – fyri at nevna nøkur. Og tað gevur nakað eyka, tá vit sleppa at kappast við okkara egna samleika. ***


Tí fyri okkum føroyingar er eingin ivi. »Har ið merkini veittra, veittrið eisini mítt« syngja vit á flaggdegnum. Tað gera vit, tí vit øll – sama hvørja politiska sannføring vit annars hava – eru samd um, at Merkið er tað, sum umboðar okkum. Bæði tað, vit eru - og tað, vit gera.


Vit hoyra javnan, at vit eru eitt lítið og fáment fólkaslag. Vit eru so smá. Og ja - tað kann væl vera.
Men afturfyri eru vit eitt ógvuliga virkið fólkaslag. Her hendir nógv á okkara smáu oyggjum. Og vit smæðast ikki burtur í kappingini við onnur.


Tilboðini til børn, ung og vaksin bara økjast í tali. Ítróttalívið er ríkt og fjølbroytt. Og tey allarflestu eru virkin í onkrum felagsskapi – skótum, ítrótti, mentanarlívi ella trúarlívi.
Hetta er ein styrki. Tað er gott fyri okkum á so nógvar mátar at vera virkin - og at vera saman við øðrum um felags áhugamál. Tað er gott fyri okkum at hava okkurt at ganga uppí – og at leggja í.


Tað sæst eisini her í dag – nú skótar, ítróttafeløg, tónleikalív, mentan – og øll vit onnur - eru savnað fyri at hátíðarhalda Merkið.


Vit eru føroyingar, serstøk tjóð - og vit taka tíggju kraftig, tá ið tað krevst. Bæði í bátinum, í lívinum – og tá ið tað kemur til at vinna okkara kæra Merkið javnbjóðis luttøku á øllum økjum – eisini innan ítróttin.


Stóra takk fyri at eg var boðin vestur at taka lut í flaggdagshaldinum – og stóra takk fyri, at tit lýddu á.

Góðan flaggdag, øll somul

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder