Mentan

Flaggdagshald á Strondum

Flaggdagin, fríggjadagin 25. apríl, kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.

2025-04-25 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 17.00.

Við bygdahúsið verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Sandra Ljósá Østerø flaggrøðuna.

Eftir flaggdagshaldið verður boðið til kaffi og køkur og flaggdags-quiz í bygdahúsinum.

Veri hjartaliga vælkomin.

Sjóvar kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder