Mentan

Fjórða og seinasta staklagið hjá Beini

Í dag kemur fjórða og seinasta staklagið “Call me a dreamer” av komandi heildarútgávuni hjá Beini út

2024-08-09 09:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í dag kemur fjórða og seinasta staklagið “Call me a dreamer” av komandi heildarútgávuni hjá Beini út. “Call me a dreamer” er meiri stórsligið enn fyrru stakløgini, og snýr seg um at fara heimanífrá og leypa út í tað ókenda fyri at fylgja dreyminum.

Í gjár og aftur í dag spælir Beinir tríggjar ferðir á lítlari konsertferð inni á tónleikafestivalinum Smukfest í Skanderborg eftir sama leisti sum hansara væleydnaða “Unknown Location Tour”.

Tey bæði fyrstu stakløgini  “Greener” og “Romeo” hava verið nógv spæld í donskum útvarpi, og tað triðja “When I open my eyes”, sum er ein duet við donsku songkvinnuni Dopha, hevur eisini fingið góða móttøku.

Í heyst fara Beinir og bólkur hansara á konsertferð, og fyribils eru 4 konsertir kunngjørdar – í Løkshøll 23. novembur og Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn eina viku seinni. 

Tað er danska plátufelagið The Bank Records, sum gevur “Call me a dreamer” út.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder