Annað

Fjallabjargarnir vóru eftir tveimum útlendingum í nátt

Klokkan 00:46 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at tveir útlendingar ikki funnu oman aftur til Tjørnuvíkar.

Mynd: Jensjáku Hansen

Mynd: Jensjáku Hansen

2024-05-04 09:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tveir menn úr Hong Kong vóru í gjár farnir úr Tjørnuvík norð á Mýling. 

Teir blivu tó fangaðir í mykrinum í økinum millum Tjørnuvík og Saksun í nátt, tí teir funnu ikki aftur til Tjørnuvíkar. Teir ringdu til løgregluna og vildu hava hjálp.

Løgreglan sendi boð eftir fjallabjargarunum, sum vóru til gongu klokkan 03:06 og klokkan 04:54 komu fjallabjargarnir aftur til Tjørnuvíkar við teimum báðum monnunum.

Av løgreglustøðini verður sagt, at teir vóru væl fyri, og teir høvdu gott telefonsamband, sum gjørdi tað nemmari at finna teir.

Myndir: Jensjáku Hansen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder