Politikkur

Fiskivinna er eisini kvinnumál

Mikudagin var aðalorðaskifti um fiskivinnuna – sum í stóran mun tekur støði í frágreiðingini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum varð løgd fram í síðstu viku.

2023-03-17 12:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Vit hoyra um brúksskyldu og veiðigjald. Um tons og skipabólkar. Flemish Kap og Russland.


Eg haldi, at kjakið um fiskivinnuna er fátækt og trongt. Vit mangla eina fólkaræðisliga samrøðu um okkara fiskivinnu.

 

Útishýst og skammaði

Almenna kjakið um fiskivinnuna er avmarkað til nakrar fáar politikarar, oftast menn, reiðarar og onkrar einkultar advokatar. Lóggávan er gjørd somikið kompliserað, at vanlig fólk ongan kjans hava at seta seg inn í hana – og so slett ikki at seta spurnartekin við hana. Ja, sjálvt her í Løgtinginum eru tað tey fæstu, sum eru inni í øllum smálutum í lógini.


Í Degi og Viku í gjárskvøldi hoyrdu vit fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Árna Skaale – sum er ein av teimum, sum hevur rættiliga gott innlit í lógina – greiða Føroya fólki frá um brúksskylduna í fiskivinnuni. Um generella brúksskyldu, 30%-regluna og 60%-regluna – og legg so undantakið fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft afturat, munin millum veiðiloyvi og fiskiloyvi og undantakið fyri bólk 5.


Eg loyvi mær at pástanda, at meginparturin av Føroya fólki hevur mist tráðin nú... Hvat er brúksskylda? Og hvørjir bátar er tað nú, sum hoyra til skipabólk 5? Hvussu er tað við fiskidøgum og kvotum? Hvør er munurin millum eginkvotur, uppboðssølukvotur, menningarkvotur, vinnuligar fiskiroyndir og ískoytiskvotur? Og hví er tað, at heimaflotin, sum fiskar botnfisk, fær makrelkvotur, altso uppsjóvarfisk, sum skipini ikki kunnu fiska?


Forvirrandi? Ja.


Er tað við vilja? Allar helst.


Við forkvinnunar loyvi, vil eg sitera Adam McKay og Charles Randolph, sum eru høvundarnir aftanfyri filmin “The Big Short” frá 2015, sum snýr seg um fíggjarkreppuna í 2007 og 08:

 

“Mortage backed securities”, subprime loans”, “trenches”... Pretty confusing, right? Does it make you fell bored? Or stupid? Well, it’s supposed to. Wall Street loves to use confusing terms to make you think only they can do what they do. Or even better, for you to leave them the f*** alone”


Sitatið vísir, hvussu Wall Street brúkti torfør orð fyri í besta føri at keða okkum, í ringasta føri at fáa okkum til at føla okkum býtt. Hví? Tí so kundu teir hóreiggja sær júst sum teir vildu.


Grugguta lóggávan, sum er karmur um okkara fiskivinnu, har sum flestu pengarnir í okkara samfelag eru, er so ógjøgnumskygd og torskild, at sjálvt umsitingin hevur ringt við at umsita eftir henni.

Hetta er ein máti at køva orðaskiftið. At fáa fólk at føla seg býtt og at skammast. At blanda seg uttan um.


Hetta fekk okkara fólkatingsumboð, Anna Falkenberg, so sanniliga at merkja, tá hon hevði sína fyrstu røðu á Fólkatingi, eftir at hon var vald við næstan 3.000 atkvøðum 31. oktober í fjør.

Hon var útspilt og láturliggjørd, tí hon dittaði sær at úttala seg um uttanríkis- og fiskivinnupolitikk. Hon fekk at vita, at hon skuldi lata vera við at siga sína meining um mál, sum ikki eru “kvinnumál”.

Hon fekk enntá eina mynd sendandi av sær, har hon hekk í einum gálga við dagfestingini 8. mars 2023.

 

Øll mál eru kvinnumál

Kvinnustríðsdagurin var mikudagin í síðstu viku. Dagurin, tá Anna Falkenberg skuldi hanga úr einum gálga. Tað gjørdu hon lukkutíð ikki. Í staðin brúkti hon høvið til at vísa á, hvussu kvinnur verða niðurgjørdar – ja, bara tí tær eru kvinnur.


Evnini, sum vóru tikin upp kvinnustríðsdagin vóru millum onnur frí abort og haturstala. Neyðug evni at taka upp. Eg sakni tó kjakið um kvinnur og vald – ella rættari vantandi vald.


Tað er ein stórur trupulleiki fyri javnstøðuna í Føroyum, at kvinnur er avskornar frá maktini. Vit hava framvegis ikki javna umboðan á Løgtingi, sum vit síggja.  Vit skulu bara tríggjar mánaðir aftur í tíð, so var ongin kvinna í Føroyum mett at vera nóg skikkað til at sita í landsins leiðslu. Ikki ein einasta.


Vantandi javnstøðan sæst eisini aftur í fiskivinnuni – har sum stóru virðini í samfelagnum eru. Kvinnur eru ikki partur av vinnuni – og luttaka heldur ikki í kjakinum um vinnuna.


Mín pástandur er, at mátin vit umrøða fiskivinnuna, ekskluderar kvinnurnar – helvtina av Føroya fólki.


Fólkaræði og fólksins ogn

Mary Antonsdóttir, forkvinna í heilsuhjálparafelagnum, var úti við lesarabrævi í sambandi við, at Búskaparráðið legði várfrágreiðingina fram herfyri. Forkvinnan fegnast um, at Búskaparráðið – enn eina ferð – vísir á, at vit, politiska skipanin, mugu raðfesta kvinnustørvini. Heilsuverkið, eldraøkið og dagstovnaøkið skríggja øll eftir arbeiðsmegi – og trupulleikin bara veksur sum vit gerast fleiri og fleiri eldri borgarar í Føroyum.


Loysnin er raðfesting. Pengar. Pengar til lønarlyft og styttri arbeiðsviku. Men so mugu vit eisini tora at tosa um, hvar pengarnir skulu koma frá.


Búskaparráðið hevur ferð aftaná ferð víst á, at fíggjarliga haldførið í føroyska búskapinum er ov vánaligt – og at demografisku broytingarnar í samfelagnum bara gera avbjóðingina størri komandi árini.


Vit kunnu so velja, um vit vilja skerja útreiðslurnar í almenna geiranum, sum neyvan verður veruleiki, tí hóast rationaliseringar og skynsama fíggjarstýring, so gerast vit fleiri og fleiri eldri – og tað kostar.

Vit mugu tí vaksa um inntøkurnar hjá landskassanum.


Eg haldi, at vit skulu destillera kjakið um fiskivinnulóggávuna. Vit skulu tosa um yvirskipaða endamálið við lógini. At fiskatilfeingið verður veitt burðardygt og effektivt OG at tilfeingisrentan fellur til landið sum árligt avkast.


Hetta er tann týdningarmikli parturin:

At vit veiða við virðing fyri vistskipanum og fiskastovnum, OG at landið, vit, Føroya fólk, fáa tilfeingisrentuna, sum er virðið á brúksrættindunum, sum eru givin nøkrum fáum útvaldum privatum aktørum at fiska.

 

Hetta eiga vit øll at hava eina meining um – kvinnur og menn, ung og gomul – og vónandi eisini forfólk í fakfeløgunum hjá pedagogum, heilsuhjálparum og sjúkrarøktarfrøðingum. Forfólkini í Skipara- og Navigatørfelagnum, Fiskimannafelagnum og Felagnum Nótaskip hava ikki einkarrætt til at luttaka í tí kjakinum.


Tað er mín vón, at kjakið um okkara tilfeingi, okkara ovurhonds stóra ríkidømi, ikki bara verður við luttøku frá teimum fáu, men fer at røkka út í hvønn krók í landinum, til eigaran av hesum ríkidømi – Føroya fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder