Politikkur

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland óbroytt í 2025

Føroyar og Ísland hava gjørt semju um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2025. Samráðingarnar vóru á talgildum fundi 5. og 6. desember og vóru londini samd um at halda fram við somu avtalu, sum var galdandi fyri 2024.

2024-12-08 12:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Upprunaliga var ætlanin, at samráðingarnar skuldu verða hildnar í Føroyum fyrr í heyst, men tá val varð útskrivað í Íslandi í úrtíð, vórðu londini samd um at útseta samráðingarnar fyribils.

Føroysk skip kunnu eins og árini frammanundan fiska botnfisk og uppsjóvarfisk í íslendskum sjógvi og íslendsk skip uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi.

Avtalan ásetir, at føroyska botnfiskakvotan verður 5.600 tons, harav upp til 2.400 tons av toski og upp til 400 tons av brosmu. Føroyska lodnukvotan verður framhaldandi 5% av heildarkvotuni, sum Ísland, Grønland og Noreg áseta, men tó í mesta lagi 30.000 tons.

Atgongdin at fiska sínar kvotur av svartkjafti og norðhavssild hjá hvørjum øðrum heldur fram sum undanfarin ár. Hetta merkir, at londini kunnu fiska hesar kvotur í síni heild inni hvør hjá øðrum. Av beinleiðis kvotu fær Ísland 1.300 tons av makreli frá Føroyum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder