Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 6

Streymurin verður góður, men veðri verður umskiftandi alla vikuni. so tað verður vantandi ikki nógv av útróðri.

Mynd: Dánial Christoffersen.

Mynd: Dánial Christoffersen.

2022-02-07 08:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

METING FYRI VIKU 6,2022

Línuskip. Øll ísfiskalínuskip liggja við bryggju. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum og trý við Ísland.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður umskiftandi alla vikuni. so tað verður vantandi ikki nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí eystanfyri.

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí, tey eru øll eystanfyri. Tey koma inn at landa sum vikan gongur. Fiskiskapurin er ikki góður og veðri vánaligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju.

Garnaskip: Eitt garnaskip er norðanfyri og fiskar svartkalva, og eitt er sunnanfyri og fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder