Vinna

Fiskamarknaðurin metir um viku 51

Útróðrarbátarnir hava havt góðan fiskiskap, men nú er streymurin harður og veðrið skiftandi.

2024-12-16 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Samandráttur.

Línuskip. Annað ísfiskalínuskipið er til fiskarí. Hann er eystanfyri og fiskar mest av hýsu og toski. Hann kemur at landa mánadagin.  10 frystilínuskip eru við Føroyar. Vantandi koma øll inn í vikuni. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin verður ikki tann besti og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi, so vit vantað ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum fara at gera onkran túrin. Fiskaríið er gott.

Djúpvatnstrolarar: Tríggir ísfiskatrolarir eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Allir landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Ein frystitrolarir fiskar svartkalva.

Partrolarar: Øll pørini, uttan eitt, eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski.. Øll koma at landa fyri jól

TrolbátarTríggir eru á Skeivabanka og fiska havtasku og tveir eru norðanfyri og fiska mest av toski og hýsu. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva. Fiskarí er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder