2025-01-26 09:00
Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar og fær mest av hýsu og tosk. Tað landar í vikuni. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í næstum.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit vantað lítið av útróðri. Kanska nakrir av teimum størru bátunum fer onkran túr.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er á Íslandarygginum og fiskar tosk(landar mánadagin). Ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.
Partrolarar: Allir eru til fiskarí og er fiskaríið gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald