2026-05-08 15:07
Meting fyri viku 20, 2026
Samandráttur.
Línuskip: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer helst út í næstum. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, sjey eru við Eysturgrønland,eitt er á Flemish Kap og eitt við Føroyar. Okkurt landar í vikuni.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður brúiligt onkran dag, men meira ivasamt fleiri dagar í vikuni. Tí vanta vit ikki so nógvan útróður.
Djúpvatnstrolarar. Ein er vestanfyri og fiskar mest av blálongu. Ein fiskar svartkalva og ein fiskar tosk og svartkalva. Allir landa í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og fiska upsa og annan hvítfisk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald