Politikkur

Fínteljingin broytir løgtingið

Eirikur í Jákupsstovu er nú løgtingsmaður

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

Mynd: Sverri Egholm / Portal.fo

2026-03-30 21:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í dag hevur fínteljing verið av løgtingsvalinum, og Malan Johansen, sum er forkvinna í løgtingsvalnevndini, upplýsir fyri okkum í kvøld, at broytingar eru í tingmanningini hjá Tjóðveldi.

Á valdegnum stóð Jóhan Christiansen til at fáa 307 atkvøður, og var síðst valdur av teimum á Tjóðveldislistanum. Eirikur í Jákupsstovu stóð til at fáa 304 atkvøður.

Malan upplýsir fyri okkum í kvøld, at Eirikur hevur fingið 9 atkvøður afturat og kom sostatt frá 304 upp á 313.

Jóhan fekk 2 atkvøður afturat og kom so upp á 309 frá 307.

Skeiv bólking og teljing var orsøkin, upplýsir Malan Johansen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder