Vinna

Finnur Fríði og Gøtunes skulu landa í Fuglafirði

Finnur Fríði er komin á Fuglafjørð og Gøtunes kemur í kvøld.

Mynd: Reidar Simonsen.

Mynd: Reidar Simonsen.

2023-03-27 10:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði hevur 2.200 tons av svartkjafti, teir skulu byrja at landa seint í kvøld, Gøtunes hevur 3.000 tons av svartkjafti, teir skulu landa aftaná Finn Fríða.

Føroysku skipini hava roynt í landsynning úr Føroyum, tætt eystur at markinum. í morgun eru Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu har sum Gøtunes og Finnur Fríði royndu, og so eru eisini nøkur russisk skip á feltinum har.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder