Mentan

Finalan á G! Festivalinum

Leygardagur á G! festivalinum - stóra finalan og seinasti kjansur at uppliva G! í eitt heilt ár

2024-07-20 12:41 Author image
Eir Randrup
placeholder
Fríggjadagurin var vátur, men veðrið var í aðrar mátar gott og mongu og væl hýrdu festivalgestirnir fingu eina uppliving fyri lívið við einastandandi tónleiki og eini eldsýning, vit ikki hava sæð á tónleikafestivali heima á klettunum áður. 

Nú stendur leygardagurin, seinasti dagurin og stóra finalan, fyri framman og vit borðreiða m.a. við íslendska hövuðsnavninum Of Monsters and Men, okkara egna Teiti, ið fer at spæla Poetry and Airplanes, Swangah og sýriska brúðarsangaranum Omar Souleyman. Skráin er pakkað tætt við bæði gulli og perlum. Her er ein samandráttur av skránni:

Dagurin byrjar við kirkjugongd í Fjósinum og tekno joga á sandinum. Beint eftir kirkjugongdina fer stóra barnatiltakið hjá Angelu og Hannibal við mongum framförslum og skattaveiðu í gongd. Síðani ein röð av pallborðsprátum í Fjósinum, har bæði kvinnur í tónleiki og föroyska tónleika innrásin í Íslandi vera vend. Sí skránna fyri nærri lýsing.

Kl. 16 verður ókeypis matur á Sandinum, afturvið byrja Spælimenninir tónlistarligu skránna fyri dagin. Kl. 17 fer svenska Alice Boman á pallin á Spæliplássinum, og síðani koyrir tað tætt.

Teitur, Jógvan, Nelly Moar (Noregi), föroyskur dansur, sjórænara- og sjómansvísusangararnir The Longest Johns úr Stóra Bretlandi, norska Ash Olsen, og Konsörn eru á skránni.

Hövuðsnavnið, Of Monsters and Men úr Íslandi fer pallin á sandinum kl 22.45 og sýriski Omar Souleyman á Spæliplássið á midnátt. Eftir midnátt er möguligt at uppliva norsku Aiming for Enrike og Silent Disco Club, Swangah, Playmo og til endans üBERNöRD, sum endar festivalin kl. 03.45.

Leygardagurin á G! leggur upp til at vera enn ein uppliving fyri lívið.
Sprikk av stað. Hetta er seinasti kjansur í eitt heilt ár at uppliva G! í góðum felagsskapi!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder