Veðrið

Filmsbrot: Válandi heim

Tað var rennisjógvur í Sørvági um middagsleitið í dag, og tað vóru fleiri viðurskiftir ið gjørdu tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-02-08 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan var um skrið um 20 m/s, og ættin var vestan. Aldumátarin hjá Landsverki segði omanfyri 14 metrar aldu vestanfyri, samstundis var tað flóð.

Tað gjørdi at tað var rennisjógvur í Sørvági um middagsleitið.

Tá ið hugt verður eftir hesum filmsbrotinum, sum Elsa J. Jansdóttir tók upp, kann man ikki lata verða við at hugsa um sangin hjá Tinganesi – Válandi Heim.

Sí eisini: Filmsbrot: Rennisjógvur í Sørvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder