Mentan

Film noir, spaghetti western, jazz og rokkur í Listastovuni

Gott nýggjár! Eitt hendingaríkt ár er farið afturum, og eitt spennandi ár stendur fyri framman. Vit byrja við einum braki og bjóða til nýggjárskonsert longu fríggjakvøldið 3. januar. Hetta verður fyrsta av átta konsertum, sum verða í Listastovuni í januar, februar og mars.

2025-01-02 22:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit hava fingið nakrar av mest umbidnu tónleikarunum í Føroyum vestur at skjóta nýggja árið í gongd. Ungu menninir í GØ eru troyttir av at spæla pent og skipað. Teir eru rebelskir og hjá teimum er alt loyvt.

Tónleikastílurin leitar sær aftur til 60’ini og 70’ini men hevur brá av film noir, spaghetti western, jazzi og rokki, sum ger ljóðmyndina heilt serstaka. Á nýggju útgávuni Ævir, Amen finnast løg sum Loysing í dós, Ðalslandsgade, Republikkin bløðir, Á skarv og fleiri sum benda á at talan er um eina útgávu sum viðgerð aktuelt samfelagslig evnir. Møguligt verður at ogna sær plátuna Ævir, Amen aftaná konsertina.

Seinasta árið hevur GØ spælt nógv bæði í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á Reykjavík Jazz Festival har bólkurin megnaði at imponera íslendsku fjøldina, umframt at fáa góð skoðsmál frá stóra jazzprentinum Jazzwise.

Konsertin er partur av Økistónum og verður í Listastovuni fríggjakvøldið 3. januar kl. 20.00.

Keyp atgongumerki her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder