Politikkur

Fíggjarlógin 2023: Landsstýrið raðfestir tryggleikan

Hóast búskaparligu útlitini ikki eru eins bjørt og áður, so heldur landsstýrið fast um eina kós, sum skal gera samfelagið tryggari hjá familjum, børnum og ungum, og hjá teimum, ið eru rakt av sjúku.

2022-10-04 21:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var greitt eftir at landsstýrið legði fram sína seinastu fíggjarlóg fríggjadagin.

Vakstrarforum varð sett í gongd fyri at tryggja framtíðar vælferð, og er hetta kærkomið, nú vaksandi óvissa er um búskaparligu gongdina. Landsstýrið vil tryggja, at vit eisini í framtíðini hava vøkstur og vælferð í Føroyum. Tí eru fleiri av átøkunum úr Vakstrarforum raðfest á fíggjarlógini. Eitt nú Export Faroe Islands, vinnuferðavinna og Talgildu Føroyar.

Á fíggjarlógini er somuleiðis raðfest, í tráð við heildarætlanina um rúsevnismisnýtslu, at TAKS kemur at styrkja eftirlitið við rúsevnum, sum koma um markið. Trotið á námsfrøðingum hevur verið stórt seinastu tíðina, og tí raðfestir landsstýrið ein eyka flokk av námsfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum. Barnafamiljur skulu hava betri sømdir, og tí er ein skattalætti raðfestur, sum kemur teimum til góðar, eins og barnafrádrátturin er øktur. Sostatt kann ein miðallønt familja við tveimum børnum fáa upp í 10.000 kr. í skattalætta. Eisini verður ALS gjaldið lækkað og barsilsgjaldið hækka.

Í Føroyum skulu barnafamiljurnar hava tað gott. Í løtuni eru tað serliga tær, sum merkja ógvusliga prísvøksturin. Tí hava vit við okkara seinastu fíggjarlóg raðfest tiltøk, ið stuðla uppundir, at familjurnar fáa betri sømdir, og at okkara børn og ung kunnu vaksa upp undir tryggum umstøðum,” sigur Bárður á Steig Nielsen,løgmaður.

Yvirhøvur er føroyski búskapurin væl fyri. Hetta hóast størsti parturin av samgonguskeiðinum hevur verið merkt av fyrst koronu, og nú kríggi og prísvøkstri. Samgongan hevur megnað at ført ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, har dentur verður lagdur á tryggleika. Yvirskot hevur verið á fíggjarlógini øll árini, uttan í 2020, tá ið koronafarsóttin gjørdi ringast um seg.

“Góð heilsa er bulurin í vælferðini og í einum tryggum samfelag. Tí mugu vit gera alt vit kunnu, fyri at fólk, bæði í dag og í framtíðini, fáa góða og skjóta læknahjálp, tá ið tey hava tørv á henni,” sigur løgmaður.

At fáa yvirskot á fíggjarlógina er ein avbjóðing, tá ið stóri prísvøksturin elvir til øktar útreiðslur. Men landsstýrið hevur Í fíggjarlógaruppskotinum raðfest tryggleikan hjá teimum, ið gerast sjúk. Pengar eru settir av til at útvega fleiri læknar, bæði kommunulæknar, serlæknar og til útbúgving av yngri læknum. Eisini fara pengar til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og til at fremja fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini.

1. viðgerð av uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023 verður í Tinginum mikudagin 5. oktober kl. 10.00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder