2022-11-28 19:05
Eg haldi, at hetta er høvuðsorsøkin til at kvinnur ikki raðfesta politikk og onnur evni í almenna rúminum. Í javnstøðukjakinum verður ofta havt á máli, at tað er trupult at fáa kvinnur í politikk.
Sum mamma upplivi eg, at dreingir hava framíhjárættindi í dagsins samfelagi, og hongur hetta kanska saman við omanfyri nevnda "væntaða" leikluti kvinnunnar.
Til dømis verður munandi meiri orka og peningur brúktur at stimbra dreingir enn gentur í ítrótti. Við slíkum leisti kann ikki væntast tað sama av einari gentu sum dreingi sum tey veksa til.
Við javnbjóðismøguleikum gerst javnstøða ein sjálvfylgja. Tað er sum við ítróttinum. Ynskir man íðkarar í bestu deildina, má byrjast frá grundini – tað vil siga, frá tí at íðkarin er barn. Komi eg inn, so ætli eg mær at skapa líka karmar fyri gentur og dreingir í Føroyum.
Sum sjónbandið er dømi um, havi eg frá barnsbeini verið hildin til, sum ein annar drongur í tátíðarsamfelagi.
Skal kvinnan í størri mun í almenna rúmið, mugu gentur raðfestast eins og dreingir. Ongin sigur, at tær ikki skula duga at baka eina køku fyri tað!!
Gott val – X við A
Fía Selma Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald