Ferðavinnan hevur ikki neyðugu umstøðurnar at vaksa, so hon kann blóma og verða ein enn betri inntøka hjá kalsoyingum.
Tí hevur Eyðgunn Samuelsen spurt landsstýrismannin, um hann ætlar at seta fleiri túrar inn á farleiðina í Kalsoynni.
Tað er serliga ein trupulleiki, at ferðafólkabólkar omanfyri 25 fólk ikki kunnu bíleggja pláss, men mugu leiga bátin, um tey ynskja at tryggja sær pláss. Hetta er sera kostnaðarmikið og hevur við sær avlýsingar og harvið fíggjarligt tap fyri ferðavinnuna.
Áhugin fyri at vitja Kalsoynna er sera stórur og vaksandi. Tí kundi eitt økt túratal – eitt nú um vikuskiftið – havt við sær fleiri inntøkur bæði fyri ferðavinnuna og Strandferðsluna.
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/documents/53133
Politikkur
Ferðavinnan í Kalsoynni má sleppa at blóma
Kalsoyggin ynskir fleiri ferðafólk, men umstøðurnar at ferðast til oynna kunnu gerast betur.
2022-06-03 09:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald