Fer aldursmarkið nú at verða avtikið?
- áheitan á komandi samgongu.
Í samgonguskjalinum hjá undanfarnu samgongu var fylgjandi at lesa:
”Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi”
Tíanverri megnaði samgongan ikki at fremja hesa avtalu í verki!
Sjálvandi eigur tað at vera førleikin og ikki aldurin, ið er avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tann avgerðin eigur at liggja hjá pensjonistinum, soleiðis, at viðkomandi ikki bara verður koyrdur til hús, tá hann/hon hevur nátt ein ávísan aldur.
Í Danmark varð fyri gott 15 árum síðan, við lóg, ásett bann fyri at gera mismun á arbeiðsmarknaðinum orskað aldur.
Fyrr í ár tók Tórshavnar býráð avgerð um, at mismunurin(diskrimineringin) mótvegis pensjonistum í Tórshavnar kommunu skuldi halda uppat.
Landsfelag Pensjónista hevur fleiri ferðir víst á hendan mismun og ynskt at aldursmarkið varð avtikið.
Umframt tann fíggjarliga týdningin slík broytingin fer at hava við sær, er eisini umráðandi at leggja dent á tann trivnaðarliga týdningin fyri hin einstaka og samfelagsliga týdningin sum heild – ikki minst í hesi tíð, tá tørvur á arbeiðsmegi er sera stórur. Tí er ynskiligt, at broytingin verður framd sum skjótast.
Mín áheitan til tey sum í hesum døgum sita við samráðingarborðið skal vera: Avtakið aldursmarkið og latið landsins pensjonistar sanna, at tit vilja hesum áralanga mismuni(diskriminering) til lívs.
Tað vildi verið ein virðilig avgerð – tykkum til rós og miklan sóma.
Eiði, tann 13.12.22
Tordur J. Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald