Vinna

Felagsfrágreiðing formannanna frá samráðingunum

Felagsfrágreiðing formannanna frá samráðingunum í februar 2022 um býtissemjur viðvíkjandi landnyrðingsatlantshavsmakreli, norðhavssild og svartkjafti

2022-02-12 20:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

1. Sendileiðararnir hjá Bretlandi, Evropasamveldinum, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Russlandi møttust í Keypmannahavn frá 7. til 10. februar 2022. Teir samráddust um nýggjar býtissemjur um stovnarnar, landnyrðingsatlantshavsmakrelur, norðhavssild og svartkjaftur.

2. Teir mettu um dagsins framstig at náa nýggjar semjur og móttóku dagføringar av støðuni viðvíkjandi tøkniligum frágreiðingum um landafrøðiligu útbreiðsluna hjá hvørjum stovni. Teir váttaðu mál teirra at semjast í 2022 um langtíðar, altumfevnandi og íroknandi býtissemjur um hvønn stovn.

3. Leggjandi sær í geyma tørvin at fremja framburð í samráðingunum, samdust teir um at halda fram við tingingum um hesar stovnar á trimum fundum í London frá 14. til 16. mars 2022.

4. Teir samdust um, at høvuðsdenturin á teim næstu samráðingarumførunum viðvíkjandi landnyrðingsatlantshavsmakreli verður at kanna nágreiniliga frágreiðingina frá náttúruvísindafólkum luttakaranna um landafrøðiligu útbreiðsluna hjá makrelstovninum. Frágreiðingin er heimilað í “Semjuriti at enda fiskiskapartingingarnar um at umsita landnyrðingsatlantshavsmakrel”, undirritað 27. oktober 2021. Teir samdust eisini um, at høvuðsdenturin á fundum um svartkjaft og norðhavssild verður at gera framstig í tingingunum um ein felags býtissemjumyndil. Fullmannaðar sendinevndir verða bodnar at møta á hvørjum fundi.

Colin Faulkner, formaður fyri samráðingunum um landnyrðingsatlantshavsmakrel

Herluf Sigvaldsson, formaður fyri samráðingunum um svartkjaft

Will Francis, formaður fyri samráðingunum um norðhavssild

10. februar 2022

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder