2022-01-25 08:30
í gjár fóru Tórik Ábraham Rouah og Jógvan Ingvar Olsen á flot har teir royndu eftir hemara.
Teir royndu sunnanfyri Borðuna, og fekk Jógvan Ingvar ein hemara. Hemarin var 217 cm langur, og var vektin á honum 188 kg.
Tað tók tveir tímar at fáa hemarin upp.
Útróðrarbátar og línubátar, sum royna sunnanfyri siga frá, at tað eru nógvir hemarar á leiðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald