Politikkur

Fara nú undir at byggja Føroya Arena

Fíggingin uppá kr. 218,9 mió til stórhøllina er nú fingin til vega.

2022-06-22 22:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavn.fo skrivar:

Seinastu mánaðirnar eru prísirnir á tilfari, veitingum og flutningi hækkaðir, serliga vegna kríggið í Ukraina. Vísandi til óvissuna, ið valdar á marknaðinum, er ikki møguligt at gera avtalur um tilfar og veitingar við undirveitarar og harvið fastlæsa byggiprísin, fyrr enn endalig avgerð er tikin um, at farið verður undir at byggja stórhøllina.

Gjørd er tí nýggj kostnaðarmeting, ið ljóðar uppá kr. 242 mió sum fastur prísur, tvs. íroknað lønar- og prísvøkstur. Ætlanin er, at kommunan fíggjar hetta soleiðis, at samlaði karmurin er kr. 132 mió.

Sambært fíggjar- og gjaldførisætlanini er ætlaða játtanin hjá kommununi kr. 132 mió býtt yvir 3 ár. Sum stovnari veitir Tórshavnar kommuna sjálvsognarstovninum Føroya Arena trygd fyri, at parkeringsøkið verður liðugtgjørt, og at nøktandi tal av parkeringsplássum – herundir felags parkeringsplássum – eru tøk til hentleikarnar í økinum.

Sjálvsognarstovnurin eigur og rekur høllina. Kommunan letur sjálvsognarstovninum lendið undir høllini sum stovnandi fæ og brúksrætt til øki til parkering, sum verður lagt í sjálvstøðugan matrikul.

Tórshavnar kommuna skal sambært uppskotinum til viðtøkur stovna øroya Arena, ið er sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at byggja og reka eina stórhøll, ið kann rúma stórum ítróttartiltøkum, messum, mentanartiltøkum av ymsum slag og vera partur av føroysku krepputilbúgvingini.

Sjálvsognarstovnurin fær heimstað í Tórshavnar kommunu, men stovnarin ella tey, ið hava skotið pening í verkætlanina, hava eingi rættindi í mun til ognirnar hjá stovninum. Sjálvsognarstovnurin er sjálvstøðug løgfrøðilig eind, leysur og óheftur av stovnaranum.

Ein nevnd við fimm limum skal veljast at stýra grunninum. Tórshavnar kommuna velur tveir nevndarlimir, Vinnuhúsið ein, ÍSF ein og Visit Faroe Islands P/f velur ein lim. Limirnir verða valdir fyri tvey ár í senn. Til at standa fyri sjálvari byggingini av høllini, velur nevndin eina bygginevnd, ið skal sita, til høllin er liðug og avhendað sjálvsognarstovninum.

Á fundinum í kvøld valdi býráðið nevndarlimirnar soleiðis: Fyri Vinnuhúsið Bergur Poulsen, varalimur Ester Dahl, fyri VisitFaroeIslands Guðrið Højgaard, varalimur Annleyg Lamhauge, fyri ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, varalimur John Kjær, fyri meirilutan í býráðnum Heðin Mortensen, varalimur Annfinn Brekkstein. Fyri minnilutan varð vald Annika Olsen, sum varalimur varð vald Gunvør Balle.

Samskift er við Hondbóltsamband Føroya og Flogbóltssamband Føroya um krøv til høllina í sambandi við altjóða dystir. Hondbóltssamband Føroya upplýsir við støði í ráðgeving frá norska hondbóltssambandinum, at høll sum henda er góðkend til altjóða dystir. Flogbóltsamband Føroya upplýsir, at høllin verður góðkend til altjóða dystir upp til kategori 3. Høllin uppfyllir eisini krøvini til sjónvarping.

Staðseting av stórhøllini hevur verið viðgjørd sum liður í samlaðu skipanini av Stórutjørn. Tað er mest skynsamt at staðseta ítróttarøkið norðalaga í økinum, soleiðis at ítróttaøkið verður skipað sum eitt samlað øki, sum umframt at hýsa stórhøllini somuleiðis við tíðini kemur at fevna um aðrar ítróttahentleikar.

Tilmælið í kvøld var at stovna Føroya Arena sum sjálvsognarstovn og at samtykkja viðtøkurnar fyri Føroya Arena, og at veita stuðul uppá 132 miljónir til bygging av stórhøllini yvir trý ár. Málið varð samtykt í fíggjarnevndini í morgun og samtykt í býráðnum nú í kvøld við 12 fyri og einari blankari atkvøðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder