Fleiri hjálparfelagsskapir siga frá, at eyðsýnt nógv fleiri venda sær til teirra at biðja um hjálp og stuðul. Familjur og stakir persónar, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, tí livikostnaðurin er so nógv øktur. Barnarfamiljur, ung, pensjonistar og fólk við skerdum førleikum teljast millum tey, sum eru í størstum vanda fyri at enda í hesi ólukkuligu støðu.
Fyrispurningur um MVG og hjálp
Tess hægri prísurin er á olju, bensini, mati, ja allarflestu gerandisvørum, tess meira kemur inn í MVG. Í øllum føri, tá talan er um vørum, sum fólk av givnum orsøkum ikki kunnu brúka nógv minni av. Tað er sjálvandi hvørki hóskiligt ella rætt at gera sær dælt av økta prísstøðinum. Tí eigur landsstýrið beinanvegin at fáa hesar pengar útaftur til tey, sum hava so stóran tørv á teimum.
Havi í dag sent landsstýrismanninum nakrar spurningar um júst, hvussu nógv meira landsskassin fær inn í MVG av dýrkaðu vørunum. Spyrji hann eisini, um landsstýrið arbeiðir við nøkrum ætlanum um at lata hesar øktu inntøkur útaftur til familjur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman.
Landsstýrið ætlar at lata eina eingangsupphædd til tey, ið hava oljufýr, og lága inntøku. Men álvaratos. Ein barnafamilja, ein persónur við skerdum førleikar ella ein pensjonistur, sum hevur so dyggiliga tørv á stuðli, má ikki detta niðurímillum, tí at tey ikki eiga eitt oljufýr! Landsstýrið má fáa sær betri amboð at finna øll tey, sum hava tørv á hjálp, og syrgja fyri, at tey fá hjálpina.
Hvussu mong eru fátøk?
Í summar spurdi eg landsstýrismannin í almannamálum um, hvussu nógvar familjur og persónar hava tørv á bráðfeingis ella varandi fíggjarligum stuðli fyri at kunna liva eitt sømiligt lív. Svarið var, at tað vita tey ikki: «Tað er í ein ávísan mun vanligar familjur, sum eru í eini støðu, sum ger at príshækkingarnar raka serliga hart. Tað kann vera í sambandi við støðuna á bústaðarmarknaðinum, tað kann vera øktar útreiðslur til brennievni í sambandi við koyring til og frá arbeiði o.m.a. Hetta eru familjur, sum ikki hava samband við Almannaverkið, og tí ber ikki til hjá landsstýrismanninum at meta um, á hvønn hátt príshækkingarnar ávirka tal av familjum, ið hava tørv á stuðli fyri at liva eitt sámiligt lív.», svaraði landsstýrismaðurin m.a.
Í svarinum varð eisini víst á tøl frá Hagstovuni sum vístu, at áleið 1000 børn kunnu metast at liva í fátækraváða. Nú prísurin av liva og búgva er so nógv øktur, er stórur vandi fyri, at hesi børn og familjur teirra, sum livdu í fátækraváða, nú enda í fátækt.
Her krevst størri virkismáttur at hjálpa sperdum borgarum og familjum. Tjóðveldi hevur longu víst á fleiri átøk, ið eiga at fremjast, og sum landsstýrið gjarna má taka til sín. Hjálpin má avgreiðast skjótt og soleiðis, at tey, sum veruliga eru í penganeyð fáa hjálpina – NÚ!
Bjørt Samuelsen
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald