2023-08-23 15:00

Í gjár byrjaði Atlantic Airways beinleiðis rutusamband millum Vágar og New York, og ein av teimum ferðandi var Eyðun Ljósheim.
Eyðun ið hevur fleiri ferðir verið í USA fyrr vildi verða við á fyrsta beinleiðis túrinum við Atlantic Airways vestur um hav.
Steðgurin hjá Eyðun er ikki langur. Hann fer longu heim aftur við Atlantic Airways í dag.
Tá ið vit spyrja hann hví hann hevur valt at flúgva longu leiðini úr Vágum til New York og retur tá ið Atlantic fer heim aftur í dag sigur hann, at tað er fyri at hava verið við á fyrsta túrinum hjá Atlantic Airways til New York.
Sí eisini:
Myndir frá fyrsta túrinum millum Vágar og New York
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald