Vinna

Eyð: Takk fyri tykkara trúfesti og áhaldni

Røðan hjá Eyð Ellingsgaard í sambandi við, at Vesturvarði kom á Sørvág.

2023-07-31 07:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góða reiðarí, skip og manning við familju, og góðu gestir sum eru komin saman her í dag.

Sí myndir her: Vesturvarði komin á Sørvág.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

Í fagrasta veðrið var tað ein vøkur sjón, at síggja Vesturvarða stevna inn eftir Sørvágsfjørði.

Hetta er ein søguligur dagur fyri reiðarí, Sørvágsbygd og fólki, í her býr. 

Skip hava ómetaligan stóran týdning fyri nærumhvørvið og fyri samfelagið sum heild.

Fólk um okkara leiðir hava altíð havt serligan tokka til nøvn, sum hava nakað við VESTUR at gera.

Her hava verið Vesturleið, Vesturroðin, Vesturvón, Vesturleiki, Vesturskin og Vestursøki.

Hetta er triði Vesturvarði sum kemur til Sørvágs, sum familjan Henriksen stendur aftanfyri.

Tann fyrsti Vesturvarðin kom í 1984 og annar Vesturvarði 2009 og í dag kom triði Vesturvarði til bygdina.

Jósup Henriksen lat byggja fyrsta Vesturvarða á Skála skipasmiðju í 1984.

Eftirfylgjandi hava børnini hjá honum lyft arvin og hildi á við tí spíranum, sum bleiv gróðursettur av pápanum.

Tað gongur altíð upp og niður, tá ein hevur við fiskivinnuna at gera, men við stórum framfysni kunnu stór ting loysast úr lagdi.

Hetta er eitt sera stásiligt skip, sum er frá 2019 og kemur beint av sleipistøð úr Tyberon, har tað er longt og mála.

Fiskiskipini eru nógv broytt síðani abbi Hans Petur Højgaard av Toftum førdi skip í Sørvági, í dag er tøknin og útgerðin á einum heilt øðrum støði.

Eisini verður nógv gjørt burturúr, so at manningar-umstøðurnar eru so góðar sum gjørligt og trivnaðurin verur settur í hásæti.

Umframt hetta stásiliga skipi, eiga tit Brestir og Katrin Jóhannu sum tit eiga saman við øðrum.

Eisini eiga og reka tit Bakkastøðina, Vestmek og flakavirki í Miðvági.

Og ikki minst Jósup, sum dagliga siglur ferðafólk til Mykinesar fleiri ferðir um dagin.

Ferðavinnan er í menning og deiligt at síggja øll ferðafólkini, sum nýta gott av tí, vit hava at bjóða her í kommununi.

Tit eru við at ríka okkara dagligdag við tykkara virksemi.

Tit hava skapt eina rúgvu av arbeiðsplássum, sum nógv njóta gott av.

Takk fyri tykkara trúfesti og áhaldni.

Eg skal vegna Sørvágs kommunu ynskja reiðarínum og manningini alt tað besta og blíðan byr inn í eina spennandi framtíð.

Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku og Guds ríku signing við hesum stásiliga skipi.

Takk fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder