Mentan

Eyð: Hevur tú sæð Messuna einaferð, gloymir tú tað ongantíð aftur

Røða hjá Eyð Ellingsgaard tá Messan varð latin upp 11. januar

2026-01-11 22:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí eisini:

Myndir: Hátíðardámur í Messuni

Teir ótroyttuligu sáðmenninir í Vágum eiga æruna av Messuni


Góðan dagin og hjartaliga vælkomin í Messuna!

Fyrst vil eg ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við Messuni.

Ikki minst vil eg ynskja áhugabólkinum, ið tók stig til henda snotiliga bygningin, hjartaliga tillukku.

Tit hava lagt eitt stórt sjálvboðið arbeiði í Sjósavnið og Mentanarhúsið í Vágum, sum nú er veruleiki.

Somuleiðis tillukku til J & K Petersen, sum hevur bygt bygningin.

Hetta er ein stórur dagur, nú vit hava fingið ein bygning, ið má sigast at vera eindømi í Føroyum.

Hevur tú sæð Messuna einaferð, gloymir tú tað ongantíð aftur, tí so serligur er bygningurin av útsjónd.

Hálvdi 40-tonsarin, Marna FD 193, sum er oman á bygninginum, vísir týðiliga og klárt, hvat hetta snýr seg um.

Longu fyri okkara tíðarrokning søgdu rómverjar, at “navigare necesse est” – tað merkir: Neyðugt er at sigla

Fáur man vita tað betur enn føroyingurin, umgirdur av havi og sjógvi í Norðuratlantshavi.

Tað er ikki av ongum, at vit hava gamla orðafellið “bundin er bátleysur maður”.

_ _ _

Áhugabólkurin, sum ótroyttiliga hevur arbeitt fyri einum sjósavni og mentanarhúsi í Vágum, er nú langt um leingi komin á mál, tit hava eitt stórt rós uppiborið frá okkum øllum.

Lagt varð til brots í 2018, tá málið fyrst var at fáa húsið staðsett í Sandavági og síðani í Miðvági, men av ymiskum grundum bar hetta ikki á mál.

Men í Sørvági vóru vit sera spent uppá hesa verkætlanina, so vit tóku væl ímóti uppskotinum, tá Kári Thorsteinsson ringdi á sumri í 2022 og spurdi um sørvingar vóru áhugaðir, at fáa eitt sjósavn og mentanarhús staðsett í okkara kommunu.

Tvær vikur seinnu legði áhugabólkurin ætlanina fram fyri bygdaráðnum, og her standa vit so í dag.

Beinanvegin var semja um staðsetingina við bátahylin, tí her sæst Messan stórt sæð úr øllum støðum í bygdini.

Arbeitt hevur verið skjótt, tí lagt var til brots tvey ár eftir fyrstu telefonsamrøðuna, og 15 mánaðir seinni stóð húsið liðugt.

Endamálið við Messuni er, at varpa ljós á varðveitsluna av føroysku træskipunum, tí nú eru so fá eftir av teimum.

Messan kemur at vísa og lýsa søguna um sjóvinnuna í Føroyum, heilt frá árabátinum og upp til tey stóru fiskiskipini, sum nú eru.

Hetta verður alt víst við modellum og visuelt, og ein rúgva av bæði myndum og filmsupptøkum eru til skjals, ið verða vístar á skíggjum inni á savninum.

Sørvágur er ein gomul útróðrarbygd, so útróðurin hevur havt nógv at siga fyri fólkið her, og tað skulu vit ikki lata fara í gloymskuna.

Gerandislívið og tað forfedrar okkara løgdu eftir seg, er so sanniliga mentan, so kunnu vit sjóða saman bæði nýtt og gamalt, verður tað ikki betri.

Og nú vit eru við sjólív og fiskiskap, so eru fleiri fiskastykkir í kommununi, og vónandi kann okkurt av hesum koma til heiðurs aftur.

Samstundis verður Messan eitt mentanarhús, sum í breiðum týdningi kann hýsa øllum møguligum mentanartiltøkum.

Ljós- og ljóðviðurskiftini eru av teimum bestu, so vit kunnu gleða okkum til eitt hús, sum er útgjørt við øllum teimum hentleikum, ið skulu til.

So skjótt sum ein dagligur leiðari er settur, kann farast í gongd, og eg havi skilt á lagnum, at húsið longu er umbiðið til ymiskt.

Her er jú bæði framsýning og kaffistova, so her eru allar góðar grundir til, at støkka inn á gólvið.

Ikki minst kann Messan tí eisini vera eitt gott íkast til ferðavinnuna.

Eisini hava vit her bestu karmar um kvøldsetur, fyrilestrar, konsertir, undirvísing, listaframsýningar og annað.

Vit fegnast í dag um, at Sjóvinnusavnið og Mentanarhúsið í Vágum er veruleiki, tí hetta skapar nýggjar møguleikar.

Hetta fær nógv at siga fyri okkum í Sørvági og allari oynni, ja, í veruleikanum øllum Føroyum.

Eingin ivi er um, at Messan fer at draga nógv fólk til, bæði føroyskar og útlendskar gestir, so hetta er eitt gott átak og ein góð íløga.

Mentanin hevur so nógv at siga fyri okkara samleika og okkara trivnað, at týdningurin av hesum als ikki kann metast ov høgt.

Ikki minst kann Messan koma at virka sum ein íblástrardepil til annað virksemi, ið vit øll kunnu fáa gagn og gleði av.

Vit í Sørvágs kommunu eru takksom fyri møguleikan at vera við, og vit hava stuðlað við einari millión, umframt grótinum, sum messan er staðsett á.

Við húsinum hava vit fingið 2 almenn vesir og eitt goymslurúm. Harumframt hava vit fingið 100 parkeringspláss aftrat teimum 60, sum vóru her frammanundan.

Ikki tykkum at siga, so økist ferðavinnan bæði her í bátahylinum og á Mykines-leiðini.

Kommunan skal taka sær av uttanum-økinum, tí vit ynskja at fáa eitt livandi og hugnaligt stað, har vit kunnu sita og njóta sólina og vesturskinið, sum er so sera vakurt júst her hjá okkum.

Ætlanin er eisini at hava eitt sølutorg uttanfyri, har alt frá fiski, laksi, fugli, kjøti og ymiskum heimagjørdum kann keypast, ja, her er ein ørgrynni av møguleikum.

Vit bíða í spenningi eftir útkastinum frá arkitektinum.

_ _ _________________________________________________

Her standa vit so í dag og gána upp undir hetta forkunnuga loftið, sum ikki finnur sín líka her á landi.

Botnurin, sum her er toppurin, er reinsaður og sandblástur, so vit eisini fáa innlit í tær fjalir, sum eru markið millum havið og sjólívið.

Tøkk skulu tit í arbeiðsbólkinum hava fyri, at tit hava fingið hetta í lag, og væl er arbeitt, tí nú stendur húsið liðugt og skuldarfrítt.

Eisini skal eg vegna Sørvágs kommunu takka øllum, sum hava verið við í tilgongdini, og takka fyri gott samstarv, nú Messan alment verður tikin í brúk.

Í dag lata vit ikki bara ein hurð upp.

Vit lata minnini sleppa at tala.

Vit lata fortíðina hjálpa okkum at skilja nútíðina.

Og geva okkum fótafesti inn í framtíðina.

Mín vón skal verða, at Messan skal hepnast væl og skapa lív og trivnað fyri alla oynna.

Takk fyri!

Sí eisini:

Myndir: Hátíðardámur í Messuni

Teir ótroyttuligu sáðmenninir í Vágum eiga æruna av Messuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder