Við støði í arbeiðinum hjá undanfarna ráðið, fer nýggja ráðið til verka beinanvegin.
Etiska ráðið hevur 9 limir. Ráðið verður valt av nýggjum eftir 4 árum.
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur verður nýggjur formaður í Etiska ráðnum. Hinir limirnir eru:
Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, sóknarprestur og integratiónsprestur, Jógvan D. Hansen, heimsspekingur, Leif Olsen, sosialráðgevi, Jóngerð Guttesen, leiðari í Roðanum, Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari í Fargen, Arni Zachariassen, rúsviðgeri, Súsanna Mortensen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði og Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp.
Etiska ráðið hevur til endamáls at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakligt virksemi á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum. Harumframt hevur ráðið til endamáls at gera almennar myndugleikar og borgarar betur førar fyri at taka støðu í etiskum spurningum.
Ráðið er við til at byggja upp almenna vitan og førleikar um etiskar spurningar í Føroyum.
Etiska ráðið eigur í sínum virki at leggja dent á virðing fyri tign og friðhalgi menniskjans, virðing fyri komandi ættarliðum, umframt virðing fyri náttúru og umhvørvi.
Etiska ráðið eygleiðir gongdina í samfelagnum og tekur, av egnum ávum, til viðgerðar almennar og prinsipiellar etiskar spurningar um gransking í og nýtslu av biotøknifrøði og ílegutøknifrøði, ið hevur ávirkan á menniskju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald