
Hesa vikuna hevur verið Spæl Føroyskt vika, og vit hava bert prátað um føroyskan tónleik og hava kunngjørt eitt føroyskt navn hvønn dag í sjey dagar. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani, Gretu Svabo, Jóannes Joensen / Bass Elvis, GØ, jazzygold, Lyon Hansen, Ester Skála og nógv onnur.
Fylg við tá vit longu týsdagin aftur kunngera enn eitt navn á umfatandi skránni fyri G! 2025.
G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald