Mentan

Erla Olsen 80 ár

.

2024-07-17 15:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í september 2019 gjørdist hon ’Ársins borgari’ í Vestmanna. Heiðurin fekk hon m.a. tí, at hon tá hevði sitið 40 ár við urguna í Vestmanna kirkju, og tí at hon í 43 ár – uttan slit – hevði stjórnað einum kóri. Í hesum sama tíðarskeiði hevði hon eisini stovnsett eitt annað kór, sum enn er í bygdini.

Í heili 47 ár hevur Erla tikið sær av Kirkjukórinum, sum hevur havt nógvar konsertir í Vestmanna, men eisini aðrastaðni kring landið og uttanlands. Stutt er at siga um heiðurin ’Ársins borgari’, at hann hevur hon so søtliga uppiborið.

Í desember 2020 fekk hon fortjenstmedalju frá Margrethu drotning. Tá vóru liðin heili 41 ár, síðan hon tók við tænastuni sum urguleikari í Vestmanna kirkju.

Ikki bara kirkjan hevur notið gott av Erlu’sa góðgerðum. Hon hevur síðan hon kom til Vestmanna verið aktiv í Vestmanna Ítróttarfelag. Tey smáu hevur hon – saman við øðrum góðum fólki – vant í áravís. Uttan at fara ov langt, so eiga Erla og hennara hjálparfólk helst flest heiðursmerkir í VÍF.

Erla Olsen er fødd 17. juli 1944 í Sandavági. Hon hevur búð í Vestmanna, síðan hon var 19 ára gomul, her hon giftist við Julian Olsen. Julian andaðist í apríl í 2020. Tey eiga børnini Andreu, Inga, Finn Jørgen, Áka og Eivind. Mong eru barnabørnini og langommubørnini. Fleiri av barnabørnunum eri eins kend í hondbólti, sum fleiri av børnunum.

Tað man neyvan vera nakar hondbóltsáhugaður í Føroyum, sum ikki kennir hondbóltsfamiljuna Olsen í Vestmanna. Bæði Julian og Erla vóru eisini góðir hondbóltsleikarar.

Erla kom úr einum rættuliga musikalskum heimi. Pápin var organistur í Sandavágs kirkju. Í heiminum høvdu tey eitt stovuorgul í aðrari stovuni og eitt klaver í hinari. Sum um tað ikki var nóg mikið, so átti Erla sjálv eitt lítið orgul, sum hon hevði á kamarinum á loftinum.

Erla var ágrýtin sum ung. Tá ið hon á ungum árum fór til Havnar, fór hon beinanvegin í læru hjá teirri kendu Miu Waagstein og gekk har í eitt ár. Eftir tað fór hon at ganga til undirvísing í fleiri ár hjá Jóannesi Nolsøe. Seinni fór hon niður, har hon spældi í Sankt Bendts kirke í Ringsted.

Hvønn leiklut í sínum lívið Erla Olsen sjálv hevði vilja tosað mest um, tað veit eg ikki, men hon hevur verið drúgvt tíðarskeiði allastaðni, har hon hevur verið. Tað er í Vestmanna kirkju hennara drúgvasta tíðarskeið sum urguleikari hevur verið. Líka síðan 1979 hevur hon sitið við urguna, okkurt tørnið í Kvívíkar kirkju eisini. Trúføst!

Eg kom veruliga at kenna Erlu í 2001. Eftir eina venjing hjá Vestmanna kirkjukórið, har konan sang við, hittust vit tilvildarlig í Vestmanna kirkju. Vit bæði Erla komu í prát, og skjótt varð mær greitt, at Erla var stolt av kórinum og leingi hevði gingið við tankanum um at fara út at ferðast við kórinum.

Hon ætlaði ikki bara at ferðast í Føroyum, nei, longri enn tað. Hon segði: hvat við Finnlandi, hvat við Álandi, hvussu við Íslandi ella Danmark. Tankarnir vóru nógvir. Nakrar dagar seinni kallaði hon nøkur fólk saman, eg var ein, sum skuldu standa fyri og síggja til, at ferðin ella ferðirnar blivu til veruleika. Tann søgan er sera long.

Longu í 2003 fór stórur hópur á flog – kórið, makar og børn. Ferðin gekk til vinarbýin hjá Vestmanna kommunu, Ólafsvík, sum liggur í Vestfirðum í Íslandi. Um hetta mundið vóru føroyskir dagar í Ólafsvík. Hetta var ein minniligur túrur, sum kórlimirnir enn tosa um.

Eftirsíðan hevur kórið verið fleiri konsertferðir – í Kópavogi, Reykjavík, Álandi og Danmark. Millum uttanlandsferðirnar hevur kórið verið á ferð í Føroyum – í Klaksvík, Sandavági, Skálavík, Vági og Hoyvík.

Erla er við sínum lætta lyndi ein eminentur figurur at hava í hópinum. Hóast hon hevði nógv at hugsa um til næsta dagin, tá ið konsertir skuldu haldast, ja, so var hon altíð klár við tí skemtiliga.

Ikki altíð við orðum, men eisni við mimikki, og mín sann um hon ikki onkuntíð hevði latið seg í onkur skemtilig klæðir - og ein stuttligan ”damuhatt”, so hon minti mest um Margrethu drotning. Hóast vit fóru av landinum, so hevði hon “sníkt” ymisk klæðir í kuffertið, so vit onnur eisini skuldu síggja stuttlig út.

Hóast hugnaligar løtur við nógvum skemti, so gloymdi hon ongantíð, hvat hon var farin til. At syngja. Kórlimirnir høvdu standandi ordrar um, at venjing var ávísar tíðir á degnum - tí disiplininum slepti hon ongantíð.

Í kommunalum høpi hevur hon ofta traðkað til, tá ið veitslur skuldu haldast. Hon var altíð klár, tá ið hon varð biðin. Hvør minnist ikki stóru løturnar við stúgvandi fullari høll, har hon fekk tilkomnar menn at ganga í damuklæðum - ja, nógv er at minnast aftur á.

Tað munnu vera fá hús í Vestmanna, sum ikki - so ella so - hava havt samband við virksemi, sum Erla hevur finginst við. Antin í samband við VÍF, Vestmanna Kirkjukór ella sum organistur. Ein fongur fyri bygdina.

Myndin er frá degnum tá Erla fekk heiðursmerki frá Margrethu drotning - Dronningens fortjenstmedalje i sølv - fyri trúfasta tænastu við kirkjuna í Vestmanna

Góða Erla, hjartaliga til lukku við degnum, og alt tað besta frameftir.

Ein vinur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder